KÍ skal venja í Jugoslavia

Eftir útidystin í Beograd skulu klaksvíkingar í eina viku venja í heimbýnum hjá Tomislav Sivic

Nú er tað greitt, at klaksvíkingar í eina viku fara at fyrireika seg uttanlands til átta tey síðstu umførini av landskappingini.

KÍ fer av landinum komandi leygardag. Tá tað snýr seg um ferðingina, so er skjott at orðatakið um lortin og pannukøkuna kemur í hugan. Reyða Stjørnu ferðalagið kemur í Vágar við leiguflogfari í dag, og í annaðkvøld kemur leiguflogfar í Vágar eftir teimum.

Klaksvíkingar fara leygardagin til Keypmannahavnar. Bíligasta farleiðin hagani og til Beograd er umvegis Budapest. Úr Budapest verður farið við bussi til jugoslaviska høvuðsstaðin. Túrurin er roknaður at taka seks tímar, og so mugu vit vóna fyri KÍ ferðalagið, at hitabylgjan, sum ta síðstu vikuna hevur plágað tey á Balkan og tey eystarlaga í Miðalhavinum, verður horvin, tá klaksvíkingarnir koma niður hagar.

Ferðalagið úr Føroyum verður í Beograd í so mikið góðari tíð, at eingin vandi skuldi verið fyri, at møðin frá ferðingini verður nøkur hóttan fyri so góðum avriki, sum tað ber til, tá dysturin verður á skránni annan mikudag.


Venjingarlegan

Longu í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin stendur lagnan hjá KÍ í landskappingini upp á spæl. 6. august fer HB til Klaksvíkar. KÍ roynir at fyrireika seg sum frægast bæði til tann dystin og til teir, sum verða á skránni aftaná.

Tá Europa Cup dysturin á útivølli verður liðugur, fer KÍ ferðalagið til Subotica. Hetta er næststørsti býurin í Jugoslavia. Tomislav Sivic er ættaður hagani, og tað er har, at hann og familjan halda til, tá tey eru heima og halda frí. Tomislav hevur syrgt fyri, at KÍ kann venja har niðri í eina viku, og onkrir venjingardystir vera eisini á skránni.

Klaksvíkingar koma aftur til Føroya stutt undan ólavsøku.

jh