KÍ skal til próvtøku á heimavølli

Tað eru tvey lið á aldukambinum, sum bresta saman í Klaksvík í kvøld. Men meðan KÍ bara hevur mist stig í einum av ellivu teimum seinastu umførunum, so hevur tað kostað nógv hjá Víkingi síðani 1-0 tapið á heimavølli ímóti KÍ í Fuglafirði, at tað bara hevur eydnast at vinna tvær ferðir, meðan tað fýra ferðir er endað við javnleiki.

Higartil í ár hevur KÍ ikki spælt á heimavølli ímóti trimum teimum fremstu kappingarneytunum – EB/Streymi, Víkingi og ÍF. Tvey tey næstu í røðini – B36 og HB – hava verið í Klaksvík, og tá royndist tað ikki so væl hjá KÍ, sum tapti ímóti B36 og spældi javnt ímóti HB.

Hetta var tíðliga í kappingini, og síðani er nógv vatn runnið í ánni. Sjálvsálitið og yvirskotið, sum eitt nú sæst í, at tað er rár hending, at gul kort verða víst KÍ spælarunum, hevur borið teir bláu upp á toppin, og nú skal støðan verjast á heimavølli, har áskoðarafjøldin í kvøld ivaleyst verður størri, enn hon hevur verið nakrantíð nógvu tey undanfarnu árini.

Tað verður pinnpakkað kring vøllin í Klaksvík í kvøld, eisini tí Víkingur eigur sera trúfasta áskoðarafjøld, og tí talan er um grannauppgerð.

Allir KÍ spælararnir eru tøkir. At tað er kapping um plássini sást ikki minst síðsta sunnudag í stórsigrinum á útivølli ímóti TB, tá ið Heðin Klakstein var nýggjur ímillum teir fyrstu ellivu og skoraði, og tá ið Ivan Joensen í . hálvleiki avloysti á miðvøllinum og var ein av seks málskjúttum.

Hjá Víkingi kemur tað illa við, at liðformaðurin og miðverjin Atli Gregersen framvegis er leikbannaður, og at vongverjin í høgru, Bárður Hansen, eisini er leikbannaður.