KÍ skal til Pólands

Lutakastið til Europa-Cup kappingina í kvinnufótbólti hevur nú verið

Europa-Cup

Fjórða árið á rað fara KÍ-kvinnurnar at taka lut í Europa-Cup kappingini fyri kvinnulið. Lutakastið til kappingina var týsdagin, og her gjørdist greitt, at KÍ fer til Pólands at spæla.
Liðini í bólkinum hjá KÍ eru AZS Wroclaw úr Pólandi, Metallist Kharkov úr Ukraina og Cardif City úr Wales.
Og á pappírinum er hetta avgjørt ikki tað býttasta lutakastið, sum KÍ hevur fingið. Gamaní er kunnleikin til hini liðini rættiliga lítil, men í øllum førum slapst hesaferð undan at møta lið úr teimum tjóðum, sum vanliga verða roknaðar millum tær sterkastu í kvinnufótbólti.
Hinar ferðirnar hevur KÍ staðið seg væl, tá kappingarnar hava verið á skránni, og tó at kunnleikin til mótstøðuliðini er lítil, so tykist møguleikin fyri einum góðum úrsliti so avgjørt at vera til staðar hesaferð.
Allir dystirnir í bólkinum verða leiktir í Pólandi, og verður hetta í døgunum, 19. til 25. juli.