KÍ skal spæla á heimavølli

Mótstøðuliðið á Tórsvølli verður úr Georgia ella úr Wales

Tað gekk KÍ til vildar, tá ið lutur á middegi varð drigin um, um KÍ skuldi spæla á heimavølli ella útivølli.

Luturin fall soleiðis, at KÍ fer at spæla á heimavølli.

Heimavøllurin verður tó ikki í Klaksvík, tí tá ið Europaligu kappingin er komin so langt, sum hon nú er komin, eru krøvini soleiðis, at tað í Føroyum bara er Tórsvøllur, ið lýkur tey.

Verri var tað fyri KÍ, tá ið lutur varð drigin um, hvat mótstøðuliðið skal vera. KÍ skal spæla ímóti vinnaranum av dystinum millum CONNAH´S QUAY NOMADS FC úr Wales og FC DINAMO TBILSI úr Georgia.

Tað man vera lítil ivi um, at georgiska liðið er stórfavorittur í tí uppgerðini.

Tbilsi varð roknað at vera næststinnasta liðið í lutakastinum. Einasta liðið, sum varð mett at vera stinnari, var Djurgården úr Stokholm.

Mikkjal Thomassen, KÍ venjarin, heldur, at lutakastið kundi bæði verið betri og verri, enn tað varð:

-Vit fegnast um at hava vunnið heimavøll, hóast vit harmast um, at tað ikki ber til at spæla í Klaksvík. Vit vónaðu, at luturin fór at falla á Linfiels FC úr Norðurírlandi, FC Flora Tallinn úr Estlandi ella KR úr Reykjavík, men vit halda okkum hava ein møguleika, sigur KÍ venjarin, og hann heldur fram:

-Tað verður langt at ferðast hjá georgiska liðnum, sum vit rokna við fer at vinna, og liðið fer at spæla undir heilt øðrvísti umstøðum, enn teir úr Georgia eru vanir at spæla undir á heimavølli. Vit fara at fyrireika okkum væl, og vit rokna við møguleikanum, at tað skal eydnast at vinna okkum eitt stig víðari, sigur KÍ venjarin. 

17. september verður tað greitt, um tað verður annað ella hitt liðið, sum skal spæa ímóti KÍ.

Dysturin á Tórsvølli verður helst hósdagin 24. september.