Tølini eru ímóti klaksvíkingum, sum eru á veg norður til Margáir. Síðani EB/Streymur fór at spæla heimadystirnar við Margáir, hevur heimaliðið ongantíð tapt ímóti KÍ á heimavølli.
KÍ hevur tólv ferðir verið við Margáir og spælt landskappingardyst. Níggju ferðir hevur heimaliðið vunnið fulla úrtøku, og tríggjar ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 37-13.
Síðsta ferðin, at KÍ vann á útivølli ímóti EB/Streymi var í síðsta umfari í 2006, tá ið EB/Streymur spældi síðsta heimadystin higartil á Mølini á Eiði.
KÍ vann 1-0, og Paul Clapson, sáli, skoraði einasta málið. Tað hevði ógvusligar avleiðingar við sær, tí fyrsta FM heitið nakrantíð fór millum fingrarnar á teimum í EB/Streymi og endaði í Gundadali hjá HB, sum vann FM eitt stig frammanfyri EB/Streym.
Tvær ferðir síðani hevur tað verið tætt við hjá KÍ, uttan at tað er eydnast. Í 2014 var KÍ frammanfyri bæði 2-0 og 3-1, men tað endaði 3-3. Í 2015 var KÍ á odda 4-1, men EB/Streymur svaraði aftur, og tað endaði 4-4. Tann dysturin varð spældur á Skála, tí nýtt graslíki varð lagt á vøllin við Margáir.
Tá ið liðini hittust í Klaksvík í 30. apríl í ár, vann KÍ 1-0. Albert Adu skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
EB/Streyma venjarin Heðin Askham hevur síðani undan kappingarbyrjan sagt, at liðið hjá honum er nóg gott at standa seg í deildini, hóast talan er um nýtt lið og nógvar spælarar við ikki so nógvum royndum. Stigatalvan ber boð um, at tað er soleiðis, og síðstu ferðirnar hevur tað gjørt góðan mun, at veteranurin Arnbjørn Hansen aftur er tøkur.
Allir spælararnir hjá EB/Steymi eru tøkir.
Tað var stórt vónbrot hjá KÍ at tapa 2-1 ímóti HB á ólavsøku.
-Nú er avbjóðingin at vinna fulla úrtøku ídag. Um tað ikki eydnast kann tað skjótt fara at verða heilt langt fram til toppin, sigur Hjalgrím Elttør, KÍ veteranurin, sum á ólavsøku spældi fyri 4..0. ferð í bestu deildini.
Sørmundur Kalsø, sum leingi hevur verið skaðadarvaður, er givin, tí hann er á veg av landinum í lestrarørindum. Ahmed Mujdragic og Atli Danielsen vóru ikki við á ólavsøku. Tað verður roknað við, at Ahmed Mujdragic, sum breyt nøsina undan ólavsøkuferðini, verður tøkur ídag.









