Tað er bara ein dystur á skránni í bestu fótbóltsdeildini ídag. Hann verður á norðoyastevnu í Klaksvík, har KÍ fær vitjan av NSÍ. Talan er um síðstu uppgerðina í trettanda umfari. Víkingur er topplið við 28 stigum, KÍ er næstfremst við 26 stigum, B36 er á triðja plássi við 25 stigum, og NSÍ er á fjórða plássi við 24 stigum.
Hesi fýra liðini kappast í løtuni um europeisku atgongumerkini. Klaksvíkingar fara við sigri í dag at lyfta seg upp á fremsta plássið, og NSÍ sigur fer at bera við sær, at NSÍ verður næstfremst – eitt stig frammanfyri KÍ og eitt stig undir Víkingi.
Allir NSÍ spælararnir eru tøkir uttan Einar Tróndargjógv, sum framvegis er burturstaddur.
Hjá KÍ er Mayowa Alli tøkur aftur, eftir at hann hevur verið skaddur nógvu tær seinastu vikurnar.
David Langgaard er leikbannaður, og Súni Olsen og Atli Danielsen eru skaddir.
Páll A. Klettskarð hjá KÍ og Klæmint A. Olsen hjá NSÍ spældu fríggjakvøldið landsdyst ímóti Kosovo í Frankfurt. Teir lendu aftur í Vágum í gjár, og teir vera báðir millum teir fyrstu ellivu ídag.
Tað er synd at siga, at tað hevur hilnast væl hjá KÍ nógvu tær seinastu norðoyastevnurnar.
Í 2002 vann KÍ á norðoyastevnu 3-1 ímóti EB/Streymi. Ronnie Samuelsen, sum nú býr í Klaksvík, legði EB/Streym framum. KÍ svaraði aftur við málum, sum Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre og Ove Nysted skoraðu. Síðani hava klaksvíkingar ongantíð havt høvi at fegnast um fulla úrtøku og harvið trý stig á norðoyastevnu.
Úrslitini síðani tá á norðoyastevnu: 2003: B68 0-0, 2004: Skála 1-1, 2005: eingin landskappingardystur á norðoyastevnu, 2006: B36 0-1, 2007: eingin landskappingardystur á norðoyastevnu, 2008: Skála 0-0, 2009: NSÍ 0-2, 2010: KÍ í næstbestu deildini, 2011: eingin landskappingardystur á norðoyastevnu, 2012: eingin landskappingardystur á norðoyastevnu, 2013: B36 0-2, 2014: Víkingur 2-4 og 2015: ÍF 0-0.
Tað verður roknað við heilt nógvum áskoðarum í Klaksvík ídag: Tað er norðoyastevna, veðrið er av tí fagrasta, talan er um uppgerð millum nummar tvey og fýra, og tað er eingin annar fótbóltur í bestu deildini ídag.










