Tað hava verið royndir gjørdar fyri at fáa Kósina at lata upp aftur, men sambært Súna Schwartz Jacobsen, stjóra í Føroya Banka, eru hesar misseydnaðar. Við Vágaportalin sigur Súni Schwartz Jacobsen at einasti útvegur nú, at lýsa Kósina til sølu.
Føroya Banki er einasti kreditorur og tað verður tí Føroya Banki sum lýsir Kósina til sølu, men nær tað verður, veit stjórin ikki at siga.
- Í løtuni verður sølan fyrireikað, men hetta er júst hægsta summartíð, so eg hevði mett, at einaferð eftir summarfrítíðina verður Kósin alment lýst til sølu, sigur Súni Schwartz Jacobsen við Vágaportalin.










