Í alla næstu viku verður onki arbeiði á Kósini í Klaksvík. Orsøkin er, at Føroya Banki í gjár keypti øll skipini, ið vanliga selja fisk til virkið. Skipini hava eisini ligið síðan mánadagin, tá møguliga seinasti fiskurin kom á Kósina á hesum sinni. So umleið 150 arbeiðsfólk liva í eini stórari óvissu.
Tað er ongin loyna, at Maru Seafood hevur flotið tungt í sjónum seinastu tíðina, og nú sær krakkið út til at vera komið.
- Tað sær onki út hjá okkum. Vit royna at samráðast við bankan um eina samlaða loysn í dag, men vónirnar eru ikki so góðar. Tað fyrsta er at fáa skipini aftur, men tað eru aðrir áhugaðir í skipunum, og eg eri heilt vísur í, at um bankin fær tað tryggari við øðrum, so velur bankin teir, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood.
Alt fer
Maru Seafood hevur tað ikki gott í løtuni, og hóast Jóhan Páll Joensen er kendur í bankaheiminum, kennir hann seg ikki á nakran hátt tryggan.
- Tað er eitt ár síðan eg fór úr bankanum, og alt er broytt so nógv síðani tá. Bæði vinnuligu fyritreytirnar og tær fíggjarligu. Men tað er heilt víst, at um vit ikki fáa skipini aftur, so fer alt Maru Seafood í gjaldsteðg. Tað vil siga øll átta skipini og øll trý virkini fara. Tá verður talan um umleið 300 fólk, ið missa størv síni, greiðir Jóhan Páll Joensen frá.
Hini skipini eru, línuskipini, Fugltúgvan og Grani, og virkini eru Norðís og Eystís.
Samráðast í dag
Føroya Banki keypti í gjár allar seks partrolararnar, ið vanliga hava selt fisk til Kósina. Skipini eru, Fjallshamar, Nónhamar, Smaragd, Safir, Navarin og Borgarin. Ongin bjóðaði ímóti bankanum og skipini fóru tilsamans fyri umleið tríggjar milliónir krónur. Hetta er bert prísurin á sjópantukrøvunum, tað er í hesum føri løn til manningina og ymisk havnargjøld. tað var væntandi alla tíðina, at Føroya Banki fór at keypa, tí bankin hevur lán útistandandi fyri 102 milliónir krónur í skipunum. Harafturat hevur bankin 25 milliónir krónur í Kósini í Klaksvík. Eisini aðrir fíggjarstovnar hava pening útistandandi hjá Maru.
Bankin bjargar sær sjálvum
- Bankin roynir sjálvandi at fáa sum frægast burturúr, og vit fara at kanna møguleikan at sleppa at arbeiða víðari, men enn vita vit onki. Tó koma helst indikeringar seinni í dag, og so fáa vit at síggja, men tað er heilt vist, at onki arbeiði verður á Kósini alla næstu viku, og so mugu vit bara bíða og síggja hvat hendir, sigur Jóhan Páll Joensen. Sum er vísur í, at Maru ikki stendur sterkari enn so, at um bankin sær betri møguleikar við øðrum, so velur hann teir, og so fer virkið helst í gjaldsteðg.