Kósin seljast í fríari sølu

Nú gjaldssteðgurin, sum P/F Kósin var í, ikki er galdandi longur, situr Føroya Banki á ognunum í Klaksvík og hevur sagt, at virkið fer at verða selt í fríari sølu

Klaksvík

 

Tað eydnaðist ikki Christiani Andreasen, advokati, sum Skiftirætturin setti at hava eftirlitið við gjaldssteðginum hjá P/F Kósini, at endurreisa virksemið á flakavirkinum, áðrenn gjaldssteðgurin gekk út, 17. juni.

Gjaldssteðgurin er nú upphevaður, og Føroya Banki situr við rættindunum til ognirnar hjá P/F Kósini.

Tað eydnaðist ikki Christiani Andreassen, advokati, at fáa váðafúsan kapital til endurreisn av virkseminum, og tí er í løtuni púrasta ógreitt, nær og um virksemið verður aftur á fyrrverandi stóra arbeiðsplássinum í Klaksvík.

Annar av stjórunum í Føroya Banka, Súni Schwartz Jacobsen, segði við Norðlýsið í vikuni, at váðafúsur kapitalur ikki tykist vera í Klaksvík í løtuni, og tí fer Føroya Banki at selja flakavirkið í fríari sølu.

Skuldin í P/F Kósini liggur um einar 32 miljónir krónur, og spurningurin er, um Føroya Banki setir uppá at fáa allan hendan peningin aftur – ella, um bankin er sinnaður at selja virkið útaftur fyri eina upphædd, sum kann forrentast av nýggjum eigarum.

Í Sosialinum í vikuni segði fyrrverandi stjórin á Kósini, Jóhan Páll Joensen, at 32 miljónir krónur er nógvur peningur í eini tíð, har fiskavirkisvinnan ikki hevur tað so gott, men at henda upphædd ikki er so stór, tá vinnan hevur betri dagar.

Í løtuni veit eingin, hvør lagnan verður á hesum arbeiðsplássi, sum hevur havt so stóran týdning fyri Klaksvíkina – gjøgnum so mong ár.