Kósin í Klaksvík fær framhaldandi pengar burtur úr at arbeiða fisk.
Árið í fjør gav eitt yvirskot á góðar seks milliónir krónur áðrenn skatt. Til samanberingar var yvirskotið smáar 12 milliónir krónur árið fyri.
Tað skrivar Business-line.
Í leiðslufrágreiðingini sigur leiðslan, at roknað varð við einum úrsliti millum 4-7 mió kr, og svarar úrslitið sosatt við tær vónir, ið settar vóru av leiðsluni frammanundan.
P/F Kósin hevur í 2012 framleitt bæði frystar vørur og saltfisk. Felagið eigur dóttirfeløg, sum reka skip, umframt eitt dóttirfelag, ið var keypt í 2012, ið rekur eitt frystivirki. Hesi feløg hava ikki ávirkað raksturin munandi í 2012, tá fá av teimum hava havt nakað virksemi í 2012. Komandi ár væntast fult virksemi í hesum dóttirfeløgum.
Samlaða sølan hjá samtakinum í fjør var góðar 191 mió kr móti 184 mió kr árið fyri. Samlaða eginognin var við árslok 2012 slakar 47 mió kr., móti góðum 28 mió kr árið fyri.
Í samtakinum starvast 145 starvsfólk, ið tilsamans fingu slakar 40 mió kr útgoldnar í lønum í 2012, skrivar Business-line.