Klaksvík: Mánadagin setti nýggjur maður seg í stjórasessin á Kósavirkinum í Klaksvík.
Tað er Adrian Dalsá, sum nú avloysir Hanus Hansen í hesum sessi.
Hanus Hansen heldur fram sum stjóri í JFK, sum eigur 95% av partapeninginum í Kósavirkinum.
- Kósin hevur brúk fyri einum stjóra, sum er á virkinum hvønn dag, og tað havi eg ikki stundir til Vit hava nógv annað virksemi, sum eg eisini má taka mær av, og tí hava vit funnið ein góðan mann til Kósavirkið, sigur Hanus Hansen.
Adrian Dalsá hevur áður starvast á Kósini, men nú er hann komin heim úr Noregi, har hann hevur starvast á einum flakavirki.