Kósin keypir toskin hjá línubátunum

Sum skilst gongur striltið hjá nøkrum virkjum at fáa nøktandi prís fyri saltfisk í løtuni, og tí er prísurin á toskin fallin. ? Vit arbeiða saltfisk undir "hátrýsti", sigur ein væl nøgdur stjóri á Kósini, Adrian Dalsá.

Línubátarnir í Klaksvík landa sjáldan aðrastaðni enn í Klaksvík. Og soleiðis var eisini hesaferð, nú teir komu aftur av túri ? og onkur fyri veður.

Hampiligir túrar
Adrian Dalsá, stjóri á Kósini, sigur, at virkið hevur keypt fiskin hjá línubátunum hesa vikuna. Onkur er komin, og onkur er á veg. Summir hava verið longri úti og aðrir stytri, nú hann øtlaði veðrið.
- Skipini hava gjørt hampiligar túrar; tey hava úr 100.000 pundum og uppeftir. Onkur eitt sindur minni, sigur stjórin.
Skipini, sum hava landað og fara at landa á Kósini hesa vikuna, eru eitt nú Jákup B, Klakkur, Nýpur og Kvik.
Onkur teirra hevur verið á Føroya Banka.

Keypa ikki alt
Adrian Dalsá sigur, at Kósin í fyrsta lagi hevur lagt seg eftir at keypa toskin hjá línubátunum, og einir tríggir av bátunum hava væl av toski.
- Hvussu nógv vit keypa av øðrum fiskasløgum, er tengt at, hvussu nógvurtoskur er inni, og hvat vit annars kunnu fáa burtur úr teimum ávísu fiskasløgunum. So, tað er eitt sindur ymiskt frá túri til túr, hvørji fiskasløg, vit keypa, og hvussu nógv vit keypa av hvørjum. Tað er sjáldan, vit keypa eina heila last, sigur hann.

Gongur væl
Á Kósini er nógv fiskaarbeiði, og Adrian sigur, at øll, sum vilja vera til arbeiðis, eru til arbeiðis á virkinum.
Spurdur, hvussu gongst við saltfiskinum, nú tað frættist, at marknaðurin er trekur, letur stjórin væl at:
- Vit kunnu ikki lata illa at, tí hjá okkum gongur væl við saltfiskinum í løtuni,sigur Adrian.

Saltfiskurin undir "hátrýsti"
Sosialurin hevur annars frætt, at prísirnir á toski á uppboðssøluni eru falnir í seinastuni, tí nøkur virki, sum virka saltfisk, liggja inni við stórum goymslum, sum ikki fæst nøktandi prísur fyri í løtuni.
Men Adrian Dalsá sigur, at Kósin telist ikki millum hesi virkir, tí ? sum hann tekur til:
- Saltfiskurin hjá okkum er undir "hátrýsti" alla tíðina, og her sipar hann til, atKósin keypir nógvan tosk og virkar nógvan saltfisk í løtuni.