Í løtuni er eykaaðalfundur í P/F Kósini. Nýggj nevnd verður vald, men hetta verður ikki tann endaliga nevndin, sum kemur at eiga og reka flakavirkið á Kósini í framtíðini. Hanus Hansen, sum er høvuðsmaðurin aftanfyri keypið av stóra flakavirkinum í Klaksvík, sigur, at nevndin, sum kemur at umboða nýggju eigararnar, helst verður vald um ein ella tveir dagar.
Sum skilst, gongur alt sum ætlað við at fáa viðurskiftini rundan um keypið upp á pláss, men enn eru nøkur praktisk viðurskifti eftir, áðrenn stjórin í JFK kann siga ítøkiliga, hvussu nýggi eigaraviðurskiftini verða skipað.
Hanus Hansen sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur verið á virkinum og hevur sett nøkur krøv um, hvat skal gerast, áðrenn virkið kann lata upp aftur.
Hann sigur, at talan er ikki um tær heilt stóru ábøturnar og væntar, at virkið helst kann lata upp aftur um einar tvær ella tríggjar vikur.
- Alt gongur, sum tað skal, og nú bíða vit eftir, at tey seinastu tingini koma upp á pláss, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK.
Tað er nú umleið eitt ár síðan, at stóra flakavirkið í Klaksvík læt aftur.