KÍ sett venjararnar

- Vit blivu spurdir um vit høvdu hug at taka okkum av Formulaliðnum, og tað taka vit báðir sum eina æru. Vit hava báðir eina trúgv uppá, at vit kunnu fáa nakað burturúr.

Aleksandar Djordjevic og Jákup Mikkelsen hava gjørt avtalu við KÍ um, at teir skulu venja besta lið felagsins komandi kappingarár. Tað skrivar heimasíðan hjá KÍ.

Djordjevic hevur seinnu árini vant kvinnurnar hjá KÍ, meðan Jákup Mikkelsen, eftir ár í útlegd, vendi aftur til Klaksvíkar í fjør. Nú skulu teir royna at føra visjón 2009 í verki, sum millum annað ljóðar, at KÍ skal verða føroyameistari.