KÍ sannførandi í tjúgu minuttir

Sigurin á toftamonnum kom væl og virðiliga til høldar, tá bæði liðini spældu við tíggju monnum

Klaksvíkingar sóu dýra biðjudag teirra fótbóltsflaggskip vinna fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum. KÍ basti toftamonnum, sum ikki vóru væl fyri. Hvørki Fróði Benjaminsen ella Súni Fríði Johannsen vóru við, og sjálvt um avloysararnir á ongan hátt dumpaðu, so kendist tað meint, at tveir av stuðulsspælarunum restaðu.

Serliga meinur var saknurin av Fróða Benjaminsen. Jóannes Jakobsen hevði ætlað at brúka høvuðsterkamannin í miðverjuni, har hann skuldi havt stutt tjóður á Ova Nysted.


Ikki samanspældir

Klaksvíkingar hava meiri fólk nú, enn teir hava havt í langar tíðir. Arnold Joensen og Símun Waag Høgnesen, sum vóru við í landskappingardystinum í Gøtu, vóru báðir skaddir, men kortini helt Toimislav Sivic, at Marek Wierzbicki skuldi sita á beinkinum. Pólverjin hevði verið heima í eina viku, og so royndi hann ? ivaleyst fyri fyrstu ferð síðani hann kom til Føroya at spæla fótbólt síðst í áttati árunum ? at sita á beinkinum allar 90 minuttirnar.

Klaksvíkingar vóru spentir at síggja teir báðar nýggju jugoslavarnar. Málverjin tóktist tryggur í verjupartinum, men hann hevði stórar trupulleikar við málspørkunum á graslíkinum. Álopsmaðurin gjørdi ikki nógv um seg tann tíman hann var á vøllinum. Hann hevði sjálvsagt ilt við at finna saman við liðfeløgunum.

John Ryan, sum hevði verið skaddur í fleiri vikur, tykist resta nógv í at røkka venjingarstøðuna, sum áður hevur verið við til at gera hann ein av týdningarmiklastu spælarunum hjá KÍ. Men kortini var vongverjin í vinstru tann mest eyðsýndi á heimaliðnum. Hann vann nærdystirnar, tað var tyngd í, tá hann bjóðaði seg til í álopsspælinum, og fleiri innlegg vóru vandamikil.


Kortini stóran týdning

Umstøðurnar at spæla í vóru hampuliga góðar, men kortini var nógv sparkarí. Nærdystirnir vóru nógvir, og tøvandi dómarahugburðurin gjørdi, at teir vórðu ofta ófantaligir. Hýrurin var ikki nakað serligur, og at Pazek leyp framav og fekk reyða kortið, mundi vera greið ábending um, at teir á heimaliðnum kendu stórt trýst á sær.

Tá KÍ gjørdist undirmannað, noyddust teir at broyta liðið. Kristian á Lakjuni, sum hesa ferð ikki var so eyðsýndur sum móti GÍ, fór í miðverjuna, og har var hann, inntil Niclas Niclassen kom á vøllin.

B68 var aftanfyri 2?1, tá Pazek sá reytt, og sjálvt um B68 einki mál fekk fyrra partin av seinna umfarinum, so hevði tú eina kenslu av, at teir vóru sinniliga omaná, og at teir høvdu góðan møguleika í hvussu so er at fáa eitt stig.

Fyritreytirnar broyttust fullkomuliga, tá Jan Petersen, sum mótstøðumenninir tvær ferðir stutt frammanundan høvdu fingið gul kort fyri at bróta seg ímóti, leyp framav. Tá liðini spældu tíggju móti tíggju, glapp hjá KÍ, sum økti til 3?1.

Jan Joensen hevði sum einastu uppgávuna at syrgja fyri, at Øssur Hansen ikki slapp at spæla við. Tað toldi B68 liðið ikki, og KÍ fekk fult tamarhald á. Síðstu løtuna vaknaðu bæði heimamenninir og stuðlarnir kring vøllin. Hesa løtuna glógvaði tað rættuliga í hjá annars lítið eyðsýndu Heðini á Lakjuni og Rógva Jacobsen, og um Magnus Poulsen ikki hevði staðið so væl í B68 málinum kundi sigurin verið størri, enn hann varð.


Málini

Ove Nysted setti hol á, tá hann stútaði í bleytan boga upp um B68 málverjan, sum var á veg úr málinum. Innleggið kom úr høgru frá Harley Bertholdsen, eftir eitt tað besta KÍ álopið í 1. hálvleiki.

Ove Nysted økti til 2?0, tá hann sendi bóltin uppum seg sjálvan og æi síðunetið. B68 verjan iðraði seg, tí sjálvt um teir høvdu fleiri møguleikar, so eydnaðist teimum ikki at fáa bóltin burtur.

Øssur Hansen minkaði um munin við brotssparki, sum var so mikið tepurt, at tað tók í stólpan. Um brotsteigarmarkið tók Jan Andreasen beinini undan Marlon Jorge, sum var vorðin leysur, eftir at Rógvi Jacobsen hevði mist í uppspælinum í vinstru.

Jákup Eli Olsen var akkurát ov seinur við taklingini, og so var Heðin á Lakjuni feldur. Harley Bertholdsen skoraði trygt úr ellivu metrum, og veteranurin mundi gerast dagsins maður, tá hann ur fimtan metrum og við vinstra beini sendi tvørbóltin úr vinstru frá Rógva Jacobsen, sum hevði smoygt sær framvið Jan Dam, upp í málhornið.


KÍ: Zoltan Kujundzic ? Harley Bertholdsen, Andrzeh Pacek, Jan Andreasen, John Ryan ? Kristian á Lakjuni, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni ? Ove Nysted, Srecko Milicevic

B68: Magnus Poulsen ? Jan Petersen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Marlon Jorge, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen, Mannbjørn Nesá ? Marcello Marcellino, Øssur Jacobsen