Fótbóltur
Vágamenn søgdu sunnudagin farvæl við heimavøllin í Miðvági. Um talan verður um 1. deildarfótbólt í Sandavági komandi ár, verður partvís avgjørt leygardagin.
FS Vágar spruttaði nógv fyrstu løtuna, tá klaksvíkingar tóktust hava trupulleikar at finna út av, hvussu teir skuldu skipa verjuspælið. Men FS Vágar spældi seg ikki til serligar møguleikar, og eftir at KÍ hevði funnið rætta stevið í verjupartinum, var tað ongantíð nakar spurningur, hvør átti betra liðið í góðveðrinum. Klaksvíkingar gjørdu stóra nýtslu av rangstøðufelluni, sum heimamenninir ferð eftir ferð duttu í.
Hjá heimaliðnum ? teir høvdu hesa ferð Ruslan Screlea, sum annars hevur verið í miðverjuni, á miðvøllinum ? gekst einki serligt við manningini. Álopsspælarin Kim Poulsen varð skaddur undir venjing fríggjakvøldið, og serliga meint var tað, at Tór?Ingar Akselsen miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist at fara av vøllinum, tí hann var skaddur í fótliðnum. Tað er sera ivasamt, um hann verður tøkur leygardagin.
Gestirnir yvirvág
Tað var týðuligt, at KÍ hevði eitt betri lið, enn vágamenninir høvdu. Kurt Mørkøre var ein støðug hóttan. Jákup Joensen, sum fyrr í summar megnaði at seta John Petersen út av spælinum, tá B36 var í Vágum, hevði setningin at mansverja leigusveinin úr Sogndal, og tað var ein sera stórur biti.
Einki mál kom í fyrra umfarinum, men Kurt var tætt við, tá hann tvær ferðir var einsamallur ígjøgnum. Men aftur hesa ferð vísti Arturas Ramoska, at hann er ein fínur málverji.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk KÍ hol á. Fríðin Ziskason spældi Kurt Mørkøre púra leysan, og Kurt setti trygt framvið málverjanum.
Eftir leiðslumálið tóktist tað sum um teir í FS Vágum høvdu sera ilt við at rokna við møguleikanum at fáa stig.
KÍ skoraði eitt mál afturat. Miðverjin Atli Danielsen, sum er mentur sera nógv í ár og nú telist millum lyklaspælararnar, skoraði, og tað var vorðið sum mál, tá Atli fyri fyrstu ferð skoraði í 1. deild. Vit frætta úr Klaksvík og úr Vágum, at royndin var átøk henni, sum javnaldurin og vinmaðurin hjá Atla, Símun Joensen, skoraði uppá, tá FS Vágar var í Klaksvík. Úr meiri enn 30 metrum smekkaði Alti til, og málverjin stóð sum negldur og hugdi at, meðan bólturin smoygdi sær inn undir samankomingina.
Hjá KÍ var Tomislav Sivic sera eyðsýndur tekniskur snillingur á framrættaða miðvøllinum. Jan Joensen noyddist fríggjakvøldið at geva avboð orsaka av brotnum rivjabeini, og Allan Joensen noyddist at taka seg úr dystinum, tí vøddaskaðin aftur gjørdi um seg.
Bæði Alexander Djordjevic og Kurt Mørkøre noyddust út orsaka av trupulleikum við fótliðnum. Tí spældi KÍ síðstu løtuna við U?15 landsliðsvenjaranum, Bill Jacobsen, og verjuspælaranum, Andrassi Jacobsen, í álopinum.
FS Vágar-KÍ 0-2 (0-0)
0-1: Kurt Mørkøre 63
0-2: Atli Danielsen 75
Dómari: Jens Petur Brattalíð (VB)
FS Vágar: Arturas Ramoska ? Jack Johansen, Vlad Osipov, Jákup Joensen ? Tór?Ingar Akselsen, Jón Nielsen, Hannus Olsen, Ruslan Screlea, Elfinn Ørvarodd ? Birgir Joensen, Sonni Johansen
KÍ: Meinhardt Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreassen, Ove Nysted ? Harley Bertholdsen, Allan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason, Hjalgrím Elttør ? Kurt Mørkøre, Alexander Djordjevic