Kæsa er ikki nóg góður

MBM hevur avgjørt at kalla eina sending av ostinum Kæsa aftur, skrivar Vágaportalurin.

 

Talan er um ostar við dagfestingini 5. mars 2018.

- Vit hava fingið klagur um at góðskan á ostinum ikki er góð, og tí taka vit hetta stigið. Talan er tó bert um Kæsa ost við omanfyrinevndu dagfesting, sigur MBM í skrivi til síni viðskiftafólk sambært vp.fo.

 

MBM hevur ikki sent nakra almenna fráboðan út um ostin.