Á kós við Klaksvík

Fyrireikarar ætla at seta fokus á menning í Klaksvík og nærumhvørvinum við forvitnisligari kjakrøð.

Týskvøldið 28. oktobur fer forvitnislig kjakrøð av bakkastokki í Klaksvík.

Jógvan A. Joensen, ein av fyrireikarunum, sigur, at av tí at vit av góðum grundum ikki altíð vita, hvat framtíðin hevur at bjóða, hevur tað stóran týdning fyri menningina í samfelagnum at hava skipað viðurskifti bæði í útjaðara eins og miðøkinum. Her er umráðandi at hin almenni og lokali myndugleikin hevur fjølbroytni í huga, tá lagt verður til rættis fyri góðum karmum, tá tað ræður um arbeiði, búseting og frítiðartilboð.

- Á kós við Klaksvík er ein roynd at vekja ans fyri hesum viðurskiftum í Klaksvík og nærumhvørvinum. Á hvørjum fundi verður ein framløga. Fyrireikararnir hava heitt á persónar, sum eru knýttir at lærustovnum, fyritøkum og stovnum innan vinnu og mentan. Nøkur av hesum koma at lýsa støðu og avbjóðingar innan ymisk samfelagsøki.

- Kjakrøðin Á kós við Klaksvík er gyltur møguleiki hjá fleiri at koma til orðanna. Serstakliga er hetta eitt gott høvi hjá teimum, sum hava áhuga fyri jaligum kjaki um nevndu viðurskifti. Aftan á hvørja framløgu verður skipað kjak í bólkum, síðani verður umrøða av bólkakjaki á alfundi og møguligar niðurstøður orðaðar, skrivar Klaksvíkar Kommuna