KÍ sær sterkast út

Hesi seinnu mongu árini hava kvinnurnar hjá KÍ verið at kalla einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti, og aftur í ár er ilt at fáa eyga á nakran, ið kann koppa klaksvíkskvinnum

Landskappingin hjá kvinnum í fjør var tó ein tann tættasta í mong ár, tí at B36 gav KÍ nokk so dygga mótstøðu, men tá ið avtornaði høvdu klaksvíkskvinnur tó munin. Hetta verður helst eisini gongdin í ár.
 
Nýggj lið
Í ár verða átta lið við í kappingini hjá kvinnum. KÍ, B36, EB/Streymur, AB og GÍ vóru øll við í fjør, og so eru HB, NSÍ og SÍ nýggj lið í deildini.
Føroyameistararnir úr KÍ hava mist nakað av fólki undan hesum kappingarárinum, men talan er sum so ikki um nakrar lyklaleikarar, og tí er missurin ikki so stórur.
Hinvegin hava kappingarneytarnir úr B36 mist tveir ógvuliga týðandi leikarar í teimum báðum vágskvinnunum Rannvá Augustinussen og Lailu Jespersen. Báðar eru partur av føroyska kvinnulandsliðnum, og saknurin í Rannvá á miðvøllinum og Lailu í málinum verður ivaleyst stórur.
EB/Streymur er eisini eitt av liðunum, sum í fjør var við í ovaru hálvu, men undan hesum kappingarárinum hava tær mist tríggjar av sterkastu leikarunum, nevnliga Doris í Garði Joensen, Rakul Magnussen og Lydiu Vesturtún.
 
Sigursvandar havnarkvinnur við aftur
HB hevur aftur í ár meldað eitt lið til kvinnukappingina, eftir at tær í nøkur ár ikki hava verið við. Havnarfelagið var leingi mest sigursvanda felagið í føroyskum kvinnufótbólti, men í ár er málið fyrst og fremst at spæla eitt ungt lið saman og geva teimum nakrar royndir í fremstu deildini, sigur venjarin Andras K. Thomsen.
Triðja høvuðsstaðarliðið í fremstu kvinnudeildini er AB. Felagið av Argjum hevur altíð staðið seg væl í yngru gentudeildunum, og nú genturnar eru blivnar eldri, manna tær eitt hampuliga sterkt kvinnulið.
GÍ hevur eisini eina unga manning, og tær hava áður spælt okkurt av ovastu liðunum eitt puss, og tað fara teir óivað at gera aftur í ár.
NSÍ og SÍ eru tvey nýggj lið í kvinnudeildini, men hóast tað so hava báðar manningarnar royndir úr bestu deildina. Kvinnumanningin hjá SÍ er at kalla tann sama, sum leikti við kvinnuliðnum hjá FS Vágum 2004 farna kappingár, so tær vita, hvat tað snýr seg um.
Runavíksgentur hava áður verið fastar fúsar í fremstu deildini, so hóast manningin er ung, so hava tær nakrar royndar leikarar, ið hava verið við áður.
Landskappingin hjá kvinnum fer av bakkastokki 9. apríl, og lagt verður millum annað fyri við einum grannadysti millum havnarfeløgini bæði, HB og B36, og tað verður áhugavert at síggja, hvussu tað fer at ganga.