Tjóðveldi hevur hildið floksting í Skálavík og gamla søguríka bygdin hevur verið íblásandi karmur um eitt sermerkt floksting. Formansfrágreiðingin er í hvussu so er væl frágingin. Formaður Tjóveldis er tikin úr leikum sum røðari, og røðan á Keldu leygardagin man vera millum bestu røður hansara og samstundis ein hin besta politiska røða, hildin av tí ættarliði, sum tók við eftir stóru kreppuna í nítiárunum.
Røðan er visjoner, skaldaborin, í støðum ikki sørt Obamakend, við lokalum so væl sum altjóða tilsipingum, sum mugu nema við ikki bert hjørtuni á skálvíksingum men á einumhvørjum, sum lesur røðuna uttan mun til flokspolitiskt tilknýti annars. Einum kemur til hugs orðini hjá Finnboga Ísaksson, sála, á Vaglinum, tað minniliga kvøldið, tá ið landsliðið kom aftur úr Landskrona: ”Í kvøld eru allir føroyingar tjóðveldismenn”. Retorikkinum bilar ikki, og bert tíðin kann vísa, hvørt røðan, sum idelogiskt og tjóðskaparliga flytir mørk, eisini megnar at flyta atkvøður og undirtøku, ella um alt framvegis verður sum higartil í politikki.
Samstundis, sum røðan er háfloygd og prinsipiel er hon er sera ítøkilig, har sum ein slík frágreiðing skal vera ítøkilig. Røðan strikar mørkini upp í føroyskum politikki: Øðrumegin stendur ABC samgongan uttan visjónir, uttan mál og mið, burtursæð frá hesum eina at varðveita stabilitetin við einki at gera – her valdar politiskt vakuum. Hinumegin stendur Tjóðveldi við sínum visjónum um einar Føroyar, har føroyingar skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð til tess at taka beinleiðis lut í øllum altjóða samstarvi og taka ábyrgd av okkara búskapi.
Formaðurin eftirlýsir nýggjari tjóðskaparrørslu, samstundis sum hann sigur liberlismuni farvæl við at staðfesta, at tær politisku skipaninar, sum skuldu gera framtíðartryggar loysnir fyri komandi ættarlið, hava gjørt beint tvørturímóti. Neoliberala hugsjónargóðsið verður avsagt og okkara niðurstøða má vera, at Tjóðveldi nú er komið aftur á ta greiða vinstrahallu kós, sum eyðkendi flokkin á ungum árum. Hetta er áhugavert. Lagt kann tó verða afturat: Fyrr var illa, tí í dag eru flestallir politikkarar í Europa, antiliberalistar. Vert er at hava í huga, at óvikiliga vinstrahalla kósin kostaði flokkinum undirtøku undir kalda krígnum. Áhugvert hvussu hendan nýggja kósin á politiskt bakborð fer at gagnast veljaranum og ikki minst sera borgarligu og konservativu flokkunum á sjálvstýrisvonginum, sum Tjóðveldi javnt og samt fríggjar til.
Sum nevnt verða eisini ítøkilig mál sett út í politiska kortið. Vælferð og samhaldsfestið og ein flyting av skattabyrðunum frá lønarinntøkum til nýtslu- og umhvørvisgjøld, fiskivinnupolitikkur við fiskidagabanka og virðing fyri lívfrøðiligum tilráðingum, umhvørvi og orka, mentan og uttanríkispolitikkur eru raðfestu økini. Nøkur øki eru samanfallandi við raðfestingar hjá øðrum flokkum – onnur eru serstøk tjóðveldismál. Samantikið: sera áhugaverdar útmeldingar úr gomlu javnaðarháborgini Skálavík.










