Ákærin hevur víðkað ákærurnar móti føroyinginum til eisini at umfata at hann hevur eggjað kvinnuna at hava samlegu við dóttir sína og pápa sín.
Kvinnan hevur í avhoyrunum játtað, at hon hevur ligið saman við pápa sínum eftir at føroyingurin eggjaði hana til tað. Hon hevði tó ikki gjørt seg inn á dóttrina.
Pápin er í hesum sambandi dømdur fyri samlegu við dóttur sína. Hann fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri hetta. Dóttirin er ikki dømd, til blóðskemd er einans revsiverd í niðurgangandi lið.
Ákærin krevur at 42 ára gamli føroyingurin verður dømdur minst fimm ára fongsulsrevsing. Ákærin sigur, at tey meta mannin vera sekan í øllum ákærunum, sum tey hava reist móti honum.
Í framløgu sínari segði ákærin, at einasta verjan hjá manninum er, at talan skal vera um hugspuna, men hesum heitir ákærin dómaran um at síggja burtur frá.
Ákæruvaldið sigur, at myndirnar beina allan iva burtur um, at samskiftið teirra millum skuldi verið íspunnið. Ongantíð tekur ákærdi heldur frástøðu frá tí, sum skrivað verður ella teimum myndum, sum hann fær sendandi.
Ákærin heldur, at samskifti vísir, at tey vóru samd um at fremja ágangin á sonin, og sambært ákæranum høvdu tey eisini bílagt eitt hotellrúm, har tey bæði skuldi hittast og kvinnan skuldi hava sonin við sær.
Ákærdi sigur, at allan vegin gjøgnum samskifti er tað maðurin, sum eggjar til lógarbrotini. Hann hevur givið henni ta fatan, at mammur eiga at uppala børn síni seksuelt.
Ákæri metir tí, at maðurin eigur at dømast harðari enn mamman og samanbar hetta við narkomál, har bakmenninir fáa harðari revsing enn teir, sum selja og keypa rúsevni á gøtuni.
Ákærin hevur tí biðið um minst fimm ára fongsulsrevsing fyri mannin.
Rættarfundurin verður tikin upp aftur klokkan tvey, tá dómur møguliga verður sagdur.