Ákærurnar flúgva millum Edmund og Høgna

Í skrivi til fjølmiðlarnar frá Edmundi Joensen, løgtings- og fólkatingslimi, mánadagin, ákærir hann Høgna Hoydal, landstýrismannin í uttanríkismálum, fyri ikki at kunna Uttanlandsnevndina og løgtingið um, hvat er komið burtur úr sínum uttanlandsferðum í tilsamans sjey londum. Gerðabøkurnar prógva ákæruna, men nevndin sigur seg vera nøgda við kunningina

Politikkur

 

__________________________

 

 

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Høgni Hoydal, fær ákoyringar frá Edmundi Joensen, løgtings- og fólkatingslimi, sum fýlist á manglandi kunning í sambandi við uttanlandsferðirnar hjá landstýrismanninum.

Høgni Hoydal hevur, síðan landstýrið varð skipað, verið á sjey uttanlandsferðum, men sambært gerðabókunum hevur hann ikki greitt uttanlandsnevndini frá, hvat er komið burtur úr ferðunum. Uttanlandsnevndin hevur síðan 21. februar 2008 havt níggju fundir, har gerðabøkurnar bara greiða frá, at Høgni hevur lagt fram ætlanirnar við ferðunum, men einki er greitt frá, eftir at hann er heimafturkomin.

»Hvør er uttanríkispolitikkurin hjá Føroyum, og hvat er ítøkiliga komið burtur úr almennum ferðum og fundum hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum í tilsamans 7 londum? - Um hesar upplýsingar ikki eru fevndar av tagnarskyldu, hevði verið hóskandi, at eisini tingfólk og almenningurin verða kunnað, skrivar Edmund Joensen í tíðindaskrivi til Sosialin.«

Edmund Joensen og Jenis av Rana, formaður í uttanlandsnevndini, kjakaðust um málið í útvarpinum mánadagin 16. juni, og Edmund skrivar hesa viðmerkingina til kjakið í tíðindaskrivinum:

»Útvarpið tók málið upp í tíðindaflutningi sínum í gjár. Har segði Jenis av Rana, formaður í uttanlandsnevndini og partur av CHE-samgonguni, m.a., at nevndin hevur fingið nøktandi kunning frá uttanríkisráðnum, og at ongin tørvur er á at fáa meira kunning. Úttalilsið hjá nevndarformanninum samsvarar ikki við gerðabókina hjá uttanlandsnevndini, ið má metast at vera ein álítandi kelda, ið embætisfólk hjá Tinginum hava skrivað. Tað er ikki nóg mikið at seta seg at lesa burtur úr samgonguskjalinum, so sum formaðurin í uttanlandsnevndini gjørdi í tíðindaflutninginum hjá Útvarpinum fyrrapartin í gjár. «

Hví?

»Beinleiðis orsøkin til spurningarnar er, at Løgtingið hevur ikki fingið nakra kunning um hesar spurningar, hóast Tingið hevur játtað at lata uttanríkisráðnum hjá heimastýrinum 30,7 mió. kr. til virksemi tess, skrivar Edmund Joensen í tíðindaskrivinum.« Hann leggur stóran dent á, at tíðindaskrivið er beinleiðis til formannin í Uttanlandsnevndini og ikki til Høgna Hoydal, men skrivar eisini í tíðindaskrivinum:

»Undirritaði heitti somuleiðis á formannin í uttanlandsnevndini um at útvega nevndini og Tinginum kunning um nevndu spurningar.«

Høgni Hoydal, landstýrismaður í uttanríkismálum svarar soleiðis, tá ið Sosialurin bað um eina viðmerking:

- Landstýrismaðurin skal ikki biðja um loyvi at fara eina uttanlandsferð – bara kunna nevndina. Eg havi ongan kritikk fingið frá uttanlandsnevndini. Nevndin hevur fingið eina drúgva gjøgnumgongd av ætlanunum og endamálunum við ferðini; at knýta samband millum tey nærmastu grannalondini: Skotland, Ísland, Grønland og Noregi.

 

Hví verður løgtingið og almenningurin so ikki kunnaður um, hvat er komið burturúr?

- Eg ætli mær ikki at koma niðan í tingið, hvørja ferð ein uttanlandsferð kemur fyri, svarar Høgni Hoydal.

- Edmund ger herferð ímóti uttanríkisráðnum. Hann roynir bara at dekka yvir einum øðrum lesararbrævið hann hevur skrivað fult av lygni.

Høgni svaraði aftur til lesarabrævið í Sosialinum í gjár, har hann skrivaði, at tað ikki kundi góðtakast, at Edmund Joensen støðugt velur at bera rong tíðindi og ósannindi fram, sum skulu tæna hansara persónligu endamálum.

Tað grundleggjandi í málinum er, at Løgtingið má vita, hvør uttanlandspolitikkurin er. Tingið hevur jú skyldu at hava eftirlit við landsstýrinum, skrivar Edmund.

Hví ikki spyrja beinleiðis?

Tá ið Sosialurin spurdi, hví Edmund sum løgtingslimur ikki kallar Uttanlandsnevndina saman og spyr beinleiðis, svarar hann soleiðis:

- Eg vil hava informationir í gjøgnum løgtingið.

Upp á spurningin hví hann ikki sum løgtingslimur fær løgtingið at kalla nevndina saman, svarar Edmund Joensen:

- Ja, tað veit eg ikki, um eg kann. Tað kann mann sikkurt gott. Tað kann eg sikkurt gott.

Løtu seinni ringir Edmund Joensen aftur á Sosialin, har hann greiður frá, at tað er ikki vanlig mannagongd, at løgtingið kallar nevndirnar inn, og at løgtingið heldur ikki er samlað í løtuni.

Nevndin

- Eg kann ikki siga, at Høgni ikki hevur greitt frá sínum uttanlandsferðum, men hann hevur ongantíð ítøkiligt greitt frá teimum, sigur Kristina Samuelsen, nevndarskrivari í Uttanlandsnevndini, tá Sosialurin setir seg í samband við hana.

Sosialurin hevur eisini vent sær til Jørgen Niclasen, lim í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum og spurt, um hann hevur eina viðmerking til málið. Jørgen greiðir frá, at hetta er fyrstu ferð, hann situr í uttanlandsnevndini og veit tí ikki, hvussu kunningin áður hevur verið í nevndini.

- Tað hevði altíð kunnað verið betri, men tað er ósannlíkt, at nakar hevði gjørt hetta øðrvísi. Eg eri ikki ónøgdur, men nevndin hevur ikki fingið nakra detaljeraða kunning, sigur Jørgen Niclasen.

 

___________________________

 

 

Hetta var umrøtt um uttanlandsferðir í gerðabøkrunum hjá uttanlandsnevndini á www.logting.fo:

3. mars

Uttanlandsferð

Málið varð umrøtt.

Gjørt varð av, at formaðurin, næstformaðurin og skrivarin við grundarlagið í umrøðuni fyrireika uppskot til ferðaskrá og evni.

 

31. mars

Uttanlandsferð og vitjan hjá Føroyanevndini í Fólkatinginum (udvalget vedrørende færøske forhold)

Teldupostur frá nevndarskrivaranum í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum varð umrøddur. Nevndin tók undir við at skipa ferðina sum nevnt í teldupostinum. 31.03.2008

 

14. apríl

Landsstýrismaðurin kunnaði nevndina um, at málið og allar upplýsingar, sum nevndin hevur fingið á fundinum, eru givin undir tagnarskyldu.

 

9. juni

Hóast hetta ikki var sett á skrá til fundin, varð uttanlandsferð hjá nevndini umrødd

 

16. juni

Uttanlandsferð

Miðað verður eftir at fara til New York og Washington í viku 37 (uml. 5. - 12. september).