Norska ákæruvaldið hevur fyrrapartin kunngjørt ákæruritið ímóti hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik. Tað vóru ríkisadvokatarnir Inga Bejer Engh og Svein Holden, sum kunngjørdu ákæruritið, sum byggir á yvirgangslógina.
Tað 18 síður langa ákæruritið lýsir yvirgangin og drápini í Oslo og á Utøya tann 22. juli í fjør. Í Oslo sprongdi Breivik eina bumbu uttan fyri stjórnarhúsini, sum kostaði átta mannalív. Haðani fór hann í løgreglubúna út á oynna Utøya, har hann skjeyt 69 fólk, sum vóru á ungdómsráðstevnu hjá Arbeiðaraflokkinum.
Rættarmálið ímóti tí 33 ára gamla Breivik er tað størsta í Noregi síðani seinna heimsbardaga.