- Í løtuni dugi eg ikki at siga, um undirskriftirnar hava nakra ávirkan á málið, sigur Johnhard Klettheyggj, formaður í Kærunevndini í lendismálum.
Seinnapartin skal nevndin taka støðu til, um Varðin Pelagic skal hava loyvi at byggja út á havnalagnum á Tvøroyri.
Í gjár visti Suðuroyarportalurin, at 1071 fólk á Tvøroyri hava skrivað undir eina áheitan á nevndina um at geva Varðanum Pelagic loyvi at fylla út part av havnalagnum.
Sambært Suðuroyarportalinum umboða tær 1071 undirskriftirnar 82 prosent av teimum, sum hava valrætt á Tvøroyri.
Men hóast fólksliga fatanin á Tvøroyri also er, at vinnulívið skal sleppa at byggja út, so liggur avgerðin í løtuni hjá Kærunevndini í Lendismálum.
Kári Thomsen, fyrrverandi formaður í Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, hevur kært útbyggingarætlanina, tí hon sambært honum er til ampa fyri havnarlagið.
- Vit hava eina reglugerð at halda okkum til, tá vit viðgera slíkar kærur, sigur Johnhard Klettheyggj, sum annars ikki dugir at siga, hvørt undirskriftirnar fáa nakra ávirkan á málið.