Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið, tí eg eri rættiliga troyttur av, at onki er hent í hesum málið síðan, ja eg veit ikki nær. Og enn og verri er tað, tá ein veit at hetta er við vilja, eg havi tosað við politikarar síðan eg vendi heim fyri 6 árum síðan og fregnast um, hvat hendur í hesum málið (svarini kunnu verða líka mikil ella líkagildig) tí veruleikin talar fyri seg.
Hóast fleiri 1000 fólk standa á grundstykkalistanum í Tórshavnar kommunu hevur tað ikki verið nakar áhugi, at gera nakað við hendan trupulleikan. Á jú nú skal eg ikki bara vera negativur, teir hava selt ella givið loyvi til fleiri útstikkingar til byggiharrar, ið hava stórar atlanir um íbúðarblokkar og hús, ið kosta tað duppulta av, hvat ein kundi bygt fyri sjálvur og entá roynt at tvinga fólk at keypa tað frá byggiharrunum við at hótta folk við at tey vóru blakaði av listanum um tey ikki tóku av, nú høvdu tey jú grenja um at fáa okkurt at búgva í leingi.
So hepnar vóru tó nógvar aðrar havnarfamiljur ikki tá ið tær fluttu heim úr Danmark ella aðrastaðni, Familjur ið ikki vildu troka seg inn á foreldrini við sínum børnum, sum fluttu út um Tórshavnar kommunu fyri at leiga eini hús, ið vóru til at gjalda, tey blivu snøkt sakt blakaði av listanum uttan nakra ávaring og standa nú sum spurnartekin uttan fyri Havnina.
Ferð aftan á ferð havi eg sæð ovastu polittikarar trýna fram í fjølmiðlum og fortelja, hvussu fantastiskt tað er í Havn og biða bygdafólk endiliga koma til Havnar og nýta sýni av rennivøllum, handilsmiðstøðum og alt ið Havnin hevur at bjóða av og endiliga brúka tað, og tú kanst eisini flyta til Havnar um tú hevur ráð at keypa tær eini hús. Tað virkar næstan sum um ein er vælkomin !! ???.
Grundstykkjamálið hevur stungið seg upp onkuntíð í valperiodini og áðrenn ,stórar forsíðir við lyftum um at nú vóru so og so nógv grundstykkir funnin á Velbastað, í Kollafirði, í Nólsoy, í Kaldbak og í Tórshavn, hvar hesi stykkir eru ella blivu av veit eg ikki. Eg spurdi onkran hvat nú var á vási, men fekk at vita at fyri nøkrum døgun síðan var eitt lesarabræv í einum blaði, ið hevði spurt um grundstykkir, og hetta er nokk ein máti at leggja lok á, ístaðin fyri at útvega nøkur grundstykkið. Eg minnist tíðiligani fyri fýra árum síðan, við seinasta val, eina søgu um rundstykkir og grundstykkir í Kollafirði. Tá fekk eg at vita at har vóru 60 grundstykkir klár at seta spakan í, um hetta var ein av teimun berømtu kommunuspakunum, ið skuldi takast í brúk veit eg ikki, men ikki eitt grundstykkið av kommunalun áðum er set í gongd enn. Nú síggi eg at nógv bjóða seg fram at útvega grundstykkir til Havnaborgarar til næsta valskeið, eg veit ikki um hetta eru tey somu sum bjóðau seg fram til seinasta val, men eg havi ringt við at trúgva hesum. Her er bert ein loysn vel ein nýggjan flokk , eg havi valt at stilla upp uttanflokka so ein ikki verður viklaður inn í hetta partapolitiska spælið, og so fær ein ikki fær gjørt nakað, og eg eri akkurat líkaglaður hvør av hesum flokkum annars kemur at sita við valdinum bert teir vilja útvega grundstykkir til okkara borgarar og tað skal ganga skjótt fyri seg. Hetta hevur bíða alt ov leingi sum er.
So kæru borgarar tit hava valið. Um tit trúgva uppá lyftir frá somu flokkum sum seinast lovaðu grundstykkir við seinasta val og seinasta val ( eg stami ikki ), hetta er tann barski veruleikið. Vit hava hoyrt tað ferð eftur ferð hvar eru stykkini hvar blivu tey av, øll trúgva onnur hava fingið tey men ongin hevur fingið nakað bert bláan royk ert tú í iva spyr onkran tú kennir. ???
Um tit velja meg og eg fái eitt orð at skulla sakt so er tað grundstykkir til øll, og eg meini ikki búðpláss har tú kan stúgva flest fólk saman uppá minst pláss, men reel grundstykkir har ein sjálvur kan avgera hvussu húsini skullu síggja út, og helst við einum urtagaðri, um lítil so atlíkaval ein urtagaðrur.
Eg havi mist alla vón til verðandi polittikarar, eg síggji at teir eru byrjaðir at lova fleiri grundstykkir sum áður. Men enn einaferð trúgv teimun, ella royn eina nýggja loysn sum, um eg fái nakað at skulla sagt er tað fremsta á skránnið, tó ikki tað einasta trúgv mær.
Eg skilji ikki. (hvussu ringt kann tað vera)????
P. S. Til tey gomlu hugsa um tey ungu, til tey ungu hugsa um tykkum sjálvið.