Í morgin, leygardagin klokkan 20 syngja tey fýra kórini: Ebenezer-, Siloa-, Suðuroyar- og Betesdakórið í Badmintonhøllini í Klaksvík
Tá samfelagsmøti hava verið, hava kórini mangan sungið í felag, men nú er langt síðani, at hesi kór hava sungið saman í einum kór-?treffi?, har sangurin hevur verið høvuðstátturin.
Fyri eini tíð síðani avgjørdu kórini at møtast til eitt kór-?treff?, har Betesdakórið verður vertskórið og hetta verður í nýggju og snotiligu Badmintonhøllini í Klaksvík leygarkvøldið 24. mai kl. 20.
Kórini vera saman í Betesda tað mesta av leygardegnum til venjingar.
Sungið verður bæði hvør sær og sum felagskór.
Sunnukvøldið 25. mai kl. 18 verður evangeliskt sangmøti við Betesdakórinum og aðrari sangluttøku. Hetta møti verður eisini í Badmintonhøllini.