Heili 46 ár eru liðin síðani fyrsta kórstevnan varð hildin í Havn. Í ár er tað kórið í Eysturkommunu Eystanljóð, sum hevur tikið á seg at skipa fyri stevnuni. Stevnan verður hildin í døgunum 25.-27. apríl á Studentaskúlanum á Kambsdali.
Fyriskiparnir hava heitt á navnframa svenska kórleiðaran Robert Sund at tikið sær av felagskórinum. Sund er kendur í Føroyum og hevur til dømis fyrr verið kórleiðari á kórstevnu, sum Eystanljóð hevur staðið fyri. Robert Sund er kønur í bæði rútmiskum og klassiskum kórsangi og ger hetta at lagt er upp til eina fjøllbroytta skrá.
Kórstevnan byrjar Flaggdagin 25. apríl við at øll, sum hava hug, syngja til Flaggdagshald í Leirvík. Hesum kórinum fer Ólavur Hátún at venja við kl. 15.00 og haldið er so klokkan 16.00 við Skúlan í Leirvík.
Kórvenjinganar við Robert Sund byrja so um kvøldið aftaná Flaggdagshaldið. Allan fríggjadagurin 26, sum eisini er Dýribiðudagur, verða kórvenjingar, men um kvøldið kl 19.30 verður konsert við ymiskum kórum úr Føroyum í Auluni á studentaskúlanum.
Leygardagin eru eisini felagsvenjingar og klokkan 17.00 verður konsert í Gøtu kirkju. Aftaná konsertina verður farið aftur inn á kambsdal til veitslu.
Enn ber til at tekna seg til kórstevnuna á tilmelding.fo, meira kunning er at finna á kor.fo