Árliga kórstevnan byrjar hósdagin, og er fyri øll sanghugað bæði í kórum og fyri tey kórleysu. Endað verður við konsert leygardagin.
Kórsamband Føroya og kór í Havn løgdu seinasta ár til brots at skipa fyri kórstevnu, har dentur varð lagdur á tað nýtíðarliga, tann rytmiska kórsangin.
Kórstevnan 2011 gjørdist tí eisini ein minnilig uppliving, og á kórstevnuni komandi vikuskiftið verður hildið fram eftir sama leisti: ein sínámillum íblásandi samanrenning millum tað eyðkenniliga siðbundna og tað rytmiskt íbirtandi nýtíðarliga.
Tað er aftur Jim Daus Hjernøe, professari í rytmiskum kórsangi, og sum føroysk kórfólk kenna frá regluligum kórleiðaraskeiðu, sum saman við sínum professionella úrvalsbólki Voxnorth fer at seta futt í í Kringluni og í konserthøllini í Sortudíki.
Fólk, sum upplivdu Voxnorth á stevnuni í fjør og eisini á ógloymandi konsertum í Klaksvík og á Toftum og onnur hava nakað at gleða seg til, tá Voxnorth fríggjakvøldið hevur almenna framførslu í Norðurlandahúsinum.
Hin stevnukórleiðarin er íslendingur, eitur Hilmar Örn Agnarsson, og er eitt rísandi navn innan íslendska kórlist. Sum kórleiðari hevur Hilmar Örn Agnarsson bæði stovnað og verið leiðari hjá fjøld av kórum bæði barnakórum, ungdómskórum, kamarkórum og kirkju- og óheftum kórum, har hann arbeiðir bæði við tí klassiska, við nútíðar skrivaðum kórverkum og eisini við popp- og rokktónleiki.
Í ár eru liðin 45 ár síðan fyrsta felags kórstevnan í Føroyum var hildin. Hetta hendi á hvítusunnu 1967.