Hóast tað eru kórini í Kórsambandi Føroya, sum skipa fyri árligu kórstevnunum, so er hon fyri allar áhugaðar sangarar - eisini teir sokallaðu"kórleysu".
Um hesi hava ætlanir at luttaka eiga tey at boða frá luttøku hjá nevndarlimum kórsambandsins á telefon 311819, 332318 ella 424439 seinasta lagi 29. mars.
Danski kórmaðurin Mogens Dahl verður kórleiðari hesaferð. Luttakaragjaldið 150 kr skal gjaldast á kontu 6460-4656999. Bankakvittanin verður luttøkuprógv.
Markið fyri, at kórstevnan verður av nøkrum, er, at minst 100 sangarar eru skrásettir 29. mars.
Tónleikaliga innihaldið á stevnuni hesaferð verður burtur úr syrpuni Liebeslieder hjá Johannes Brahms fyri kór og klaverfylgispæl.Jóhannes Andreasen og ein av næmingum hansara spæla undir. Og norðurlendskar kórperlur.
Stevnuskráin
Hóskvøldið 15. apríl: venjing kl. 19.00 - 22.00
Fríggjakvøldið 16. apríl: venjing kl. 18.45 - 21.30
Leygardagin 17. apríl: venjing kl. 9.30 - 12.30
og kl. 14.00 - 18.00
Aftaná verður hugnaløta í læraraskúla kantinuni
Sunnudagin 18. apríl:Venjing kl. 14.00
Framførsla í læraraskúlaskálanum kl. 17.00