Ein av gestakórleiðarunum tað árið var John Høybye, sum longu tá legði okkum til at hava verkið Sacred Concert hjá Duke Ellingston, ið John sjálvur hevur skipað fyri sopran solo, kór og stórband, sum eitt av høvuðsverkunum til okkara Kórst4evnu 2000. John Høybye og hansara frálíka kór Tritonus fingu tann heiður at verða boðin yvir til USA í fjør at framføra verkið í heimbýi Duke Ellingstons og eisini í New York í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðan gitni tónleikarin varð borin í heim. Tritonus, sum fleiri ferð áður hevur vitjað hendavegin, verður eisini við á kórstevnuni í ár.
Orkestur til framførsluna av Sacred Concert verður 20-manna úrvalsbólkurin Jaspis, sum telur læarar á Føroya Musikkskúla og framkomnar næmingar, sum fleiri nú eru undir hægri útbúgving uttanlands. Sangsolistur verður gitin svensk songkvinna, sum eitur Eleonor Johansson, og væntiliga fer eisini føroysk steppdansarinna at verða við til framførsluna.
Av tí at tað er avmarkað, hvussu stórt kór er hóskandi til hetta verk, og eisini tí at kórsambandið ynskir at gera nakað serstaks burtur úr stevnuni í hesum ári, fer umframt John Høybye eisini kvinnuligur kórleiðari at taka sær av felagskóri. Hon er norsk, eitur Tone Bianca Dahl, starvast m.a. á Østlandets Musikkhøyskole og er dagligur leiðari av manskórinum Den norkse Studentersangforening. Tone hevur enn ikki tikið støðu til, hvørjum verkum hon fer at arbeiða við; men vit kunnu vænta okkum eitt ljómandi úrval av norðurlendskum og europeiskum kórtilfari.
Tvídráttur hevur verið um, nær árliga kórstevnan eigur at verða hildin; men í Kórsambandi Føroya ræður tann sannføring, at vanliga er bert dýrabiðidags vikuskiftið fullgott, tí royndir á hvørjum ári vísa, at stevnan í Kristi himmalsferðarhalguni mestsum dettur sundur, av tí at alt ov nógvir kórsangarar ikki hava fvrí frá arbeiði tann fríggjadagin.
Tá ið Kórstevnan 2000 kortini verður hildin í sambandi við Kristi himmalsferðardag, er tað tí, at tað til hesa merkisstevnu er tørvur á fleiri døgum. Tí heitir kórsambandið á allar kórsangarar, sum ætla at verða við á stevnuni, um, har møguleiki er til tess, at tryggja sær arbeiðsfrí fríggjadagin 2. juni, tí hann verður høvuðsvenjingardagurin.
Enn er ongin neyv stevnuskrá løgd; men í høvuðsheitum verður gongdin nn, at sangararnir møta mikukvøldið 31. mai á Eysturskúlanum, har tey, sum fáa tað, fáa innivist. Eftir at stevnan tá er sett, verður farið undir fyrstu venjingina.
Hósmorgunin, Kristi himmalsferðardag, verður venjing fyri kirkjutíð og aftur eftir døgurða. Út á seinnapartin fara kórini bussútferð at hava konsertir í kirkjum og samkomuhúsum úti um landið.
Fríggjadagin verður venjing fyrrapart og seinnapart, og um kvøldið framføra einstøku kórini stutta skrá í Norðurlandahúsinum.
Hesi trý kvøldini hava kórsangararnir høvi til at hugna sær saman »after singing«.
Leygardagin verður venjing fyrrapart, og eftir stutta aðalroynd verða so tey stóru felagsverkini at hoyra á konsert í Norðurlandahúsinum, sum byrjar kl. 17.00. Kórstevnan 2000 endar síðan sum vant við veitsluhaldi.
Limakórini fáa nærri at vita um tilmeldingarfreist, kostnað, gjaldingarhátt, gisting, gjølliga stevnuætlan o.a.m., eins og nærri eisini verður lýst um hesi viðurskifti í bløðunum við teim »kórleysu« í huga.