Kórstevna leygardagin

Leygardagin 9. apríl verður regluliga kórstevnan hildin. Stevnan verður í ár í Eysturskúlanum, og tólv kór umframt felagskór fara at hava framførslu

Tólv ymisk kór umframt stórt felagskór fara at luttaka á kórstevnuni, sum í ár verður hidlin á Eysturskúlanum. Stevnan verður hildin leygardagin 9. apríl, og byrjað verður við felagsvenjing frá morgninum, sigur kórsambandið.
Stóra konsertin í samband við kórstevnuna verður í skúlanum klokkan 17.00 seinnapartin, har kórini fara at framføra hvør sína skrá, eins og felagskór fer at syngja, áðrenn og eftir at tey ymsu kórini sleppa framat.
Raðfylgjan, kórini framføra í, er funnin við lutakasti. Fyrsta kórið, sum framførir, er Glymur, og síðan er raðfylgjan hendan: Ljómur, Vestmanna Sangkór, Nólsoyar Sangkór, Kristiliga Sangkórið, Rútmiska kórið í Hoydølum, Vágakórið, Felagskórið Gøta/Leirvík, Kamarkórið, Dreingjakórið undir Brúnni, Kórið í Kvívík og at enda Havnarkórið.
Til at stjórna felagskórinum eru ikki færri enn seks av kórleiðarunum hjá teimum luttakandi kórunum.