Í døgunum 17. ? 19. mai 2007, bjóða sangkórini í høvuðsstaðnum til kórstevnu og sambært fyrireikarunum verður hetta ein hending, sum tit ikki mugu lata tykkum gleppa úr hondum Kórstevnan verður hildin í Tórshavn - Norðurlandahúsið verður karmur um flestu tiltøkini. Fimm kórleiðarar fara at hava workshop, sum verða hildnar kring Havnina.
Teir fimm kórleiðararnir eru: John Højby, Steen Lindholm, Mogens Dahl, Robert Sund og Berharður Wilkinson. Umframt føroysku luttakararnar, luttaka á leið 120 sangarar úr fýra norðurlendskum kórum: Svanholm Singers (gitið manskórs ensemble úr Lund), Tritonus (gamla elitukórið hjá John Høybye, sum nú kemur við nýggjum, japanskum dirigenti), Koncertforeningens Kor hjá Steen Lindholm (sum ikki minst er kent fyri sínar oratoriiframførslur) og Ålborg Universitets Kammerkor hjá Mogens Dahl.
Sum vanligt hevur verið á kórstevnum, er stevnan bæði fyri sangarar, sum eru limir í kóri og fyri einstaklingar. Gallakonsert við felagskórunum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 19. mai og um kvøldið verður gallaveitsla hildin í Badmintonhøllini í Gundadali.
Kór, ið eru limir í Kórsambandi Føroya, hava harumframt møguleika at framføra egna skrá. Konsertir við einstøku kórunum verða eftir ætlan hildnar í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 17. mai og fríggjakvøldið 18. mai. Treyt fyri at luttaka við egnari skrá, er at kórlimirnir luttaka á stevnuni.
Tilmeldingarskjal fæst við at senda ein teldupost til glerfoss@yahoo.dk. Til ber eisini at ringja til Helenu á tlf 312908/592908. Tilmeldingarfreistin er sett til 1. apríl 2007










