Kórsamband Føroya skipar 9. apríl fyri kórstevnu fyri føroysku kórunum. Hóast høvuðsdenturin verður lagdur á skráirnar hjá einstøku kórunum, verður eisini møguleiki fyri felagsvenjing og felags framførslu, sigur Kórsambandið i tíðindaskrivi.
Í ár hevur Kórsambandið gjørt av at halda kórstevnuna í ein dag. Tað er grundað á, at seinnu árini hevur áhugin ikki víst seg at vera so stórur, at tað hevur borið til at skipað fyri kórstevnu eftir gamla leistinum, sum tey taka til í Kórsambandinum. Tað vil siga stevnu yvir eitt vikuskifti, har vant hevur verið við stórum felagskórum og kendum útlendskum kórleiðarum.
Men kortini fer at bera til, at fá eitt sindur av felagsvenjing, um áhugi er fyri tí, sigur Kórsambandið í tíðindaskrivinum. Tað verður so við føroyskum kórleiðarum, sum hava hug at halda seg framat.
Kórsambandið heitir á bæði sangarar og leiðarar, sum hava hug at luttaka á stevnuni, um at siga frá hjá skrivaranum í Kórsambandi Føroya, Hans Jørgensen í Miðvági, í seinasta lagi tann 15. mars. Luttøkugjaldið er kr, 100,- fyri hvønn luttakara. Tilmelding er á tlf. 33 23 18 / 21 88 20 ella á teldupostadressuni johansa@post.olivant.fo
Eisini fólk, ið dáma at syngja, men ikki eru við í nøkrum kóri, hava møguleika fyri at sleppa við á stevnuna. Tey kunnu siga frá og sleppa so at luttaka í felagsvenjingunum, sum verða.
Kórstevnan 2005 byrjar við tilmelding og morgunmati á Eysturskúlanum leygarmorgunin 9. apríl klokkan 09.00. Síðan verður felagsvenjing til middags, tá ein matsteðgur verður. Hildið verður so fram við felagsvenjing og aðalroynd seinnapartin.
Klokkan 17.00 verður almenn konsert, har hvørt kórið, alt eftir, hvussu stór luttøkan er, sær einar seks til tólv minuttir í part.
Eftir konsertina verður hugnalig samkoma fyri luttakarunum. Fyri ein sámuligan eykakostnað, sigur Kórsambandið. Har vrður sjálvtøkuborð og samsangur. Og sjálvandi verður eisini farið upp á gólv aftaná. Bæði á føroyskum og útlendskum, sum tað stendur í tíðindaskrivinum.