Kórstevna 22. – 25. apríl.

Ólavur Hátún vegna Kórsamband Føroya

Í fleiri ár hevur ongin Kórstevna Føroya verið, og hóast grundgevingin hevur verið vantandi undirtøka, hava kór og sangarar tó givið til kennar, at saknur hevur verið í hesum árligu kórsamkomum.
Ikki sørt við íblástri frá kórleiðaraskeiðinum í farnu viku við professaranum í rytmiskum kórsangi Jim Daus Hjernøe úr Ålborg, er tankin um kórstevnu aftur kyknaður av nýggjum. Men til tess at geva stevnuni eina størri breidd enn bara tað at syngja rytmiskt hava vit tikið upp samband við Steen Lindholm, sum er kendur kórmaður bæði her og víða um.
Tí er ætlanin nú hendan:
Jim og Steen koma higar hósdagin 22. apríl, og kórstevnuhald verður um kvøldið kl. 18.00 – 22.00.
Fríggjadagurin er vanligur arbeiðsdagur, so tá byrja vit ikki fyrr enn kl. 16.00 – møguliga heldur seinni, um fólk mæla til tað -, og so verður hildið á við nátturða- og kaffisteðgum til kl. 22.00 – enda kanska heldur fyrr, um fólk ynskja tað.
Leygardagin verður sungið fyrrapart og seinnapart, og um kvøldið hava vit hugnaliga samkomu, har m.a. kór kunnu hava høvi at syngja ein ella tveir sangir fyri hinum.
Sunnudagin 25. apríl binda vit frið fyrrapartin, men hava so aðalroynd og framførslu seinnapartin í Norðurlandahúsinum.
Tónleikaliga innihaldið verður, sum skilst, rytmiskur kórsangur, sum neyvan nakar í Europa er betri til enn Jim Daus Hjernøe, soleiðis sum vit eisini upplivdu hann á skeiðinum, og harumframt klassiskur/traditionellur kórsangur, sum Steen Lindholm tekur sær av.
Viðvíkjandi seinastnevnda er at siga, at kórsangarar serliga í Havn, men eisini einstøk aðrastaðni, hava seinnu árini havt stórar tónleikaupplivingar við framførslum av stórverkum við kóri, solistum og orkestri. Til tess at geva øllum kórsangarum høvi til slíka uppliving, hava vit til kórstevnuna í ár sett á skránna eitt høvuðsverkið í norðurlendsakari tónleikasøgu: “Elverskud” fyri kór, 3 solistar og fult symfoniskt orkestur eftir danska tónaskaldið Niels W. Gade.
Hetta er stórt og kostnaðarmikið stig at taka, og tí mugu vit siga, at fortreytin fyri, at henda ætlan av álvara verður sett í verk, er, at í minsta lagi 100 sangarar hava meldað seg til luttøku gjøgnum telduadressuna olavasa@olivant ella við brævi til Heiðaveg 18 í Havn í seinasta lagi mánadagin 15. mars.
Sjálvandi er tað tá best, at meldað verður til í bólkum, soleiðis at t.d. “Ljómur” boðar frá so og so mongum luttakarum, “Vágakórið” frá so mongum o.s.fr., so undirritaði ikki druknar í teldubrøvum og pappíri.
Gott í tykkum, takið hetta í álvara, tí vit hava gjørt avtalu við ikki bara dirigentarnar, men eisini teir tríggjar solistarnar og eru í ferð við at manna orkestrið, og tey mugu fáa avboð beinanvegin, um tað mánadagin 15. mars vísir seg, at nøktandi undirtøka er ikki fyri tiltakinum.