Nú Kommunuskúlin verður umbygdur hevur kommunan góð tíðindi til kórfólkið í Havnini. Kórsangurin skal fáa serliga góðar umstøður í umvældu auluni. Tað lovar Bogi Andreasen, sum er samskipari í Reinsarínum.
- Havnin fær við hesum eitt nýtt mentanarhøli. Býráðið hevur samtykt, at bæði aulan og sangstovan skulu nýtast til mentan, sigur Bogi Andreasen.
Hann sigur, at nú umvælingarnar verða gjørdar, eru stig tikin til at syrgja fyri, at akustikkurin serliga fer at hóska seg væl til kórsang.
- Við hesum kunnu vit siga, at rútmiski tónleikurin hevur síni høli í Reinsarínum, tað harða hevur sítt í Perluni og nú fær kórsangurin síni egnu høli í kommunuskúlaauluni, sigur Bogi Andreasen.
Samstundis verður eisini møguleiki fyri at hava bæði listaframsýningar og sjónleikir í auluni, sum annars verður varðveitt í sama líki sum áður.
- Verkini hjá Williami Heinesen av Sjúrðarkvæðnum koma upp aftur, ljósakrúnurnar somuleiðis og liturin á veggunum verður hin sami. Einans gólvið verður lagt nýtt, sigur Bogi Andreasen.
Væntandi verður aulan klár at taka í nýtslu síðst í septembur.
Mentamálanevndin í býráðnum hevur eisini avgjørt, at tað verður Reinsaríið, sum skal umsita tiltøkini í kommunuskúlaauluni.