Kórsangur í Fuglafjarðar kirkju 27. apríl

Sunnudagin 27. apríl møtast kór í Eysturoynni í Fuglafjarðar kirkju, har kórkonsert verður kl 16:00 í kirkjuni Kórini, ið fara at syngja, verða: Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, kórleiðari Mikael J. Heinesen, Kór Glyvra kirkju, kórleiðari Meinhard Bjartalíð, Kórið hjá Jóhan, kórleiðari Jóhan Mortensen, Eystanljóð (Gøta/Leirvík), kórleiðari, Petur Martin Johannesen og Fuglafjarðar sangkór, kórleiðari Frits Johannesen. Einir 150 sangarar verða við í hesum átaki. Kórini syngja hvør sær og felags. Sungið verða vársangir, sálmar og klassisk løg við orgulfylgisspæli og trompet.