Kúrr um dupultmandatið hjá Kristin Michelsen

Stórur spenningur er til ársins fyrsta býráðsfund á Tvøroyri, ið er settur at vera 8. januar. Rok var nevniliga á seinasta fundi, ið varð hildin 29. desember, tá Kristin Michelsen, borgarstjóri, sýtti fyri ynskinum hjá nýggja meirilutanum í býráðnum at skipa allar nevndir av nýggjum.


Umframt nýggja býtið av nevndarsessum, so er spenningurin eisini um hvørs nýggi meirilutin fer at taka loyvið frá Kristin Michelsen aftur, ið gevur borgarstjóranum heimild at røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin fyri Javnaðarflokkin á løgtingi.


Hvørki Súsanna Bertholdsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, ella Kristina Roest, ið hevur tikið seg av Kommunulistanum, ið hevði meirilutan við Borgaralistanum, og í staðin hevur skipað meiriluta við Javnaðarflokkin, ynskja at viðmerkja, um málið verður tikið upp á næsta býráðsfundi.


Les eisini: Má velja millum løgtingið ella borgarstjórasessin 


Vit hava eisini roynt at fingið eina viðmerking frá Bjarna Hammer, býráðs- og tinglim fyri Javnaðarflokkin, og Boga Johannesen, býráðslim fyri Javnaðarflokkin, um hvørjar ætlanir flokkurin hevur hesum viðvíkjandi, men hevur tað ikki eydnast.


Spurningurin um dupultmandatið hjá Kristin Michelsen er aftur vorðið aktuelt, eftir at Javnaðarflokkurin, ið var í andstøðu, í farnu viku boðaði frá, at tey hava skipað meiriluta við Kristinu Roest.


Tá býráðið atkvøddi um málið í februar í fjør, tók Javnaðarflokkurin ikki undir við, at borgarstjórin kundi røkja báðar sessirnar. Tveir býráðslimur hjá Javnaðarflokkinum atkvøddu blankt og tann triði atkvøddi ímóti. Hetta er eisini í samsvar við samtykt hjá Javnaðarflokkinum, sum í fjør staðfesti, at umboð floksins ikki kunna røkja bæði borgarstjórasessin og tingsessin.


Um Kristina Roest nú tekur undir við hugsanini hjá Javnaðarflokkinum, so kann nýggi meirilutin krevja, at Kristin Michelsen má velja millum sessirnar. Tað hevur Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Kommunudeildini í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, ið umsitur kommunumál, áður staðfest fyri Miðlahúsinum.


- Tað er ásett í kommunustýrislógini §6, stk. 2, síðsta punkt, at kommunustýrið kann loyva frávik frá regluni í punkt 4, tá tað umræður størv sum eru beinleiðis fólkavald. Tann viðtøkan er galdandi inntil annað er samtykt, men tað er einki, ið forðar fyri, at tað verður tikið til viðgerðar aftur, sigur Hilmar Høgenni.