Kúrr fakfeløg

Miðlahúsið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá tveimum av fakfeløgunum, hvørs limir starvast í føroysku aðalráðunum, Felag Tænastumanna Landsins og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, um avgerðina hjá løgmanni ikki at fylgja tilmælinum hjá setanarbólkinum, men heldur at lýsa starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum leyst av nýggjum.


Í báðum førum hava formenninir í feløgunum, Meinhard Gaardlykke hjá Felag Tænastumanna Landsins og Jóhan Pauli Helgason hjá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, borið seg undan at gera viðmerkingar til støðuna.


Meinhard Gaardlykke upplýsir, at hóast teir hava fleiri limir í aðalráðunum, so hava tey onga viðmerking til málið, tí felagið ikki hevur nakað at gera við setanir. Einans tá ein persónur hevur fingið starv í umsitingini, hevur málið áhuga fyri fakfelagið. Felagið ynskir ikki at gera viðmerking til, at tilmæli frá teirra limum ikki varð fylgt.


Jóhan Pauli Helgason vísir á, at av tí, at tveir av fimm nevndarlimum í felagnum starvast í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, so ynskir felagið ikki at gera viðmerkingar til málið. Harímillum er Pól Edvard Egholm, kassameistari í felagnum, sum í løtuni er virkandi aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.


Miðlahúsið hevði annars ætlað at spurt fakfeløgini um hvørja støðu tey hava til, at politiski myndugleikin ikki fylgir fakligu tilmælum frá teirra limum.