Kærleikskúlan til sølu

Frá nú av og til jóla ber til at keypa Kærleikskúluna 2012 í gávubúðum kring landið.

Kærleikskúlan hevur eitt hvítt silkiband og er pakk­að í eina snotiliga eskju sam­an við einum vøkrum fald­ara. Í fald­ar­a­n­um er ein frá­greið­ing um kær­leiks­kúl­u­na og um snið­ið hjá Zac­h­ar­i­asi Hein­e­­sen um­framt ein heilsan frá Kaj Leo Jo­hann­esen, løg­manni.

Kærleikskúlan kostar 400 krónur, tá hon er til sølu í gáv­u­búð­u­num.

Um kær­leiks­kúl­ur eru eftir aftan á jól, kunnu fólk venda sær til Dugna og keypa eina kúlu fyri 800 krónur.