Samkoman varð hildin á Listasavni Føroya, og her kundi Kristina T. Larsen, stjóri í Dugni avdúka, at Hansina Iversen hevði fingið tann heiður at listprýða ársins Kærleikskúlu.
Fyrsta eintaki av Kærleikskúluni 2011 varð handað fyritøkuni Munin. Við hesum heiðrinum ynskti stýrið fyri Dugna takka fyritøkuni fyri, at hon vísir jaligan vilja og ídni at rúma fólki, ið bera brek.
- Munin er ein virðilig fyrimynd, tí hon vísir, hvussu ein fyritøka á ein góðan og uppbyggjandi hátt kann fáa fólk við arbeiðstarni at geva sína arbeiðsmegi til føroyska samfelagið, verður sagt.
Kærleikskúlan hevur eitt reyðlitt silkiband, ið ber brá av jól og kærleika. Hon er pakkað í eina snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara.
Í faldaranum er ein frágreiðing um kærleikskúluna og um sniðið hjá Hansinu Iversen umframt ein heilsan frá Kaj Leo Johannesen, løgmanni.
Kærleikskúlan kostar 400 krónur, tá hon er til sølu í gávubúðunum. Um kærleikskúlur eru eftir aftan á 23. desember, kunnu fólk venda sær til Dugna og keypa eina kúlu fyri 800 krónur.
Samspæl millum menniskju
Hansina Iversen sum hevur listprýtt Kærleikskúluna 2011 sigur soleiðis um verk sítt:
- Á kærleikskúluni eru í ár tvær myndir av sama slagi settar beint yvirav hvør aðrari. Tær ímynda samanspælið millum tvey menniskju, ið ikki møtast fysiskt, men standa beint yvirav hvørjum øðrum og síggja tá inn í kjarnan á hvør øðrum, eins og tá eygu møtast og okkurt hendir innan í okkum.
Áskoðarin sær tær renna saman í eina mynd. Kúlan snarar og myndirnar snarast úr hvørjari aðrari fyri aftur at sameinast, og soleiðis heldur tað áfram, so leingi kúlan hongur í tunnum tráði.
- Reyði liturin verður ofta tengdur at kærleikshugtakinum í okkara parti av heiminum. Inni í miðjuni logar heiti guli liturin, sum strálar sum ein sól. Kring gula logan er ein ringur av bláum, sum er ímyndin av tí kalda, tó hann er ikki kensluliga kaldur, men ein verndarringur, ið verjir reyða litin ímóti at brennast upp av gula loganum, sigur Hansina Iversen um Kærleikskúluna 2011.
Til mennandi virksemi
Kærleikskúlan verður seld í hesum gávubúðum:
Klaksvík: El-In og Gávubúðin hjá Annu
Fuglafjørður: Parfumarí Ninni
Saltangará: Berglon
Norðskáli: Stanley
Sørvágur: Ursmiðjan
Tórshavn: Kaffibarrin á Vaglinum, Inspiration í SMS og Thomas Dam búnýti í miðbýnum
Sandur: Gávubúð & Ísinkram
Tvøroyri: El-handilin Bærentsen
Vágur: Torgið Zone
Allur søluágóðin fer til mennandi virksemi hjá Dugna. Endamálið hjá Dugna er at stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, so hesi hava møguleika at fáa vinnuførleikan aftur.
Komandi ár um somu tíð fer Dugni at geva eina nýggja serstaka Kærleikskúlu út. Hvørt ár verður tað eitt nýtt føroyskt listafólk, sum sniðgevur kærleikskúluna.
Fyri seg










