Kærleikskúla til Kemilux

Fyri fyrstu ferð er ein kærleikskúla latin einari føroyskari fyritøku, og tað var reingerðingarfyritøkan, Kemilux, ið fekk fyrstu kúluna

Tað var ein ovfarin Debes Petersen, stjóri á Kemilux, sum seinasta fríggjadag fekk at vita, at hansara fyritøka var vald út til at fáa fyrstu kærleikskúlu, sum lation er í Føroyum.
Tað er Dugni, ið skipar fyri hesum tiltaki, sum fyri fyrstu ferð er roynt í Føroyum, men sum hevur verið fyriskipað síðani 2003 í eitt nú Íslandi.
Kærleikskúlan verður latin einum virki, fyri at gera serliga nógv fyri at taka starvsfólk inn við skerdum førleika.
- Eg gjørdist sera rørdur, tá eg fekk hetta at vita, og havi eisini hugsað nógv um hetta til nú, eg fekk kúluna handaða, sigur Debes Petersen.
Hann sigur, at teir hava lagt stóran dent á at taka fólk inn við skerdum førleika.
- Vit hava altíð raðfest hetta sera høgt, og hava eisini havt eitt sera gott samstarv við Dugna í sambandi við fólk við breki, sum hava verið hjá okkum, sigur Debes Petersen.
Hann heldur ikki, at tað finst nøkur umbering hjá nøkrum stovni ella fyritøku fyri ikki at taka fólk við skerdum førleika í starv.
Hesin heiðurin kann eisini hjálpa Kemilux á annan hátt.
- Eg haldi, at hetta kann hjálpa okkum bæði uttanlands, men serliga her heima. Tað kann verða við til at varpa ljós á okkum sum fyritøku og á framleiðslur hjá okkum, sigur Debes Petersen.

Dámar væl
Fróði Húsgarð, sum er beinleiðis orsøkin til, at Kemilux fekk hendan heiðurin, dámar væl arbeiðið.
- Jú, tað dámar mær væl. Tað eru sera fittir starvsfelagar, sum eg arbeiði saman við, sigur hann.
Hann hevur nú arbeitt har í hálvtannað ár.
- Eg byrjaði hjá ALV, sum nú eitur Dugni, og tey hjálptu mær so at koma út á Kemilux at arbeiða, sigur Fróði Húsgarð.
Hann tekst mest við at tappa sápu í dunkar og at klistra etikettir á framleiðsluna. Og hann er eisini sera fegin um heiðurin, sum arbeiðspláss hansara hevur fingið.
- Eg haldi tað er ótrúliga stórt, at Kemilux hevur fingið hendan heiðurin, sigur Fróði Húsgarð.