Kærleikskøka frá Grón

Ì samband við Valentinesdagin í ár ger bakaríðið Grón reyðar hjartaformaðar kærleikskøkur. Tað eru serliga ungu menninir, ið koma inn at keypa

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer bakaríðið Grón at gera nakað serligt burturúr Valentinesdegnum. Tey hava í hesum sambandi baka hjartaformaðar reyðar kærleikskøkur. Sveinur Thomasen, ið er ein av eigarunum í Grón, sigur, at tey fara at royna hetta, tí hetta er nakað, sum vindur alsamt meira upp á seg í Føroyum.
-Vit síggja, at fleiri og fleiri keypa hvørjum øðrum blómur henda dagin, so vit tonktu, at nú skuldu tey eisini fáa møguleikan at keypa hvørjum øðrum eina kærleikskøku, sigur Sveinur Thomasen.

Ungir menn eru málbólkurin
Tað eru serliga teir ungu menninir, ið Grón hevði í huga, tá ið tey fóru undir at gera hesar køkurnar, og tað eru eisini teir, sum koma inn at keypa.
-Jú, teir hava bara verið raskir at keypa, so onkur kona kann vænta sær eina lekra køku seinni í dag, sigur Svein Thomasen.
Konurnar hinuvegin eru ikki so raskar at keypa.
-Nei, tær hava vit sæð færri av. Kanska baka tær sjálvar monnunum eina kaku, sigur Svein og flennur.