Næsta vikuskiftið fer Norrøna á Valentines-ferð til Esbjerg. Skipað verður fyri alskyns kærleikstiltøkum umborð. Skipið siglir hóskvøldið og er aftur á Havnini tíðliga mánamorgunin
Næsta vikuskiftið skipar Smyril Line fyri einum Valentines-Cruice við Norrønu. Farið verður av Havnini hóskvøldið 12. februar kl 21, og komið verður aftur mánamorgunin 16. februar kl 5 á morgni. Í Esbjerg liggur Norrøna við bryggju leygardagin ? valentinesdagin ? frá klokkan 9 til 15, og har verður høvi at fara í land.
Umborð á Norrønu verður spælt »upp á hjartastreingir« á nógvum økjum: Biografurin undirheldur við kærleiks-klassikarum og Naust Club spælir romantiskan dansitónleik. Matstovan borðreiðir við góðum mati í Norrøna Buffet Restaurant, eins og handilin hevur góð valentinesðtilboð.










