Ungdómsbólkurin "Eldhugaður ungdómur" skipar fyri tiltaki í morgin í Rex. Talan er um eitt pro-samkynd tiltak. Bólkurin, sum skipar fyri, er mannaður við ungum eldhugaðum fólkum, sum vilja markera seg.
- Ungdómurin hevur ikki markerað seg nóg væl, men tað ynskja vit at gera við hesum tiltakinum. Vit hava prentað nakrar t-skjúrtur, sum lýsa okkara boðskap. Vit ynskja at vera positiv og at framhevja kærleikan. Kjakið hevur mangan verið sera negativt, og tey samkyndu hava verið samanborin við mangt og hvat ótespiligt, siga tey.
Í Rex í morgin verða ymiskir persónar, sum koma at hava orðið. Talan er um væl lærd fólk, sum øll eru fyri at skoyta kynsligan samleika uppí €266b. Eisini verður nógvur tónleikur á skránni.
- Øll fólkini, sum luttaka í annaðkvøld, eru pro-samkynd, siga tey ungu.
Aftaná fyrilestrarnar verður ein stuðulskonsert. Eitt møguligt yvirskot fer til Friðarbogan.
Hetta verður ikki síðsta tiltak, sum Eldhugaður Ungdómur skipar fyri.
- Vit ætla okkum at skipa fyri onkrum øðrum tiltøkum, áðrenn uppskotið um lógarbroytingina fer til 2. viðgerð. Vit fara at gera átøk heilt til 3. viðgerð, tá ið broytingin vónandi verður samtykt, siga tey.
Tey hava ymisk hugskot men vilja ikki siga meira, áðrenn tað er vorðið meira ítøkiligt. Tey leggja dent á, at tey vilja leggja dent á tað positiva og kærleikan í einum kjaki, sum mangan hevur verið sera negativt.