Kærleiki sendir teg ikki til helvitis

Fróði Hansen við nýggjum sjónbandalagi

Fróði Hansen var herfyri í Studio Bunkarin og endurinnspældi heldur umstrídda lagið, Nobody Goes To Hell For Having Loved (Ongin fer til helvitis fyri at hava elskað). Lagið varð upprunaliga útgivið í 2009, tá Fróði lat frá sær sína fyrstu útgávu, men er nú endurútgivið í nýggjum hami.

 

Til ber at síggja og hoyra staklagið við at trýsta á pílin á myndini

 

Tað er danska Target Group, sum Fróði hevur sáttmála við, ið útgevur staklagið. Fróði Hansen spælir her saman við Bartali Augustinussen, Per Ingvald Højgaard og Mikael Blak. Eisini systurin, Guðrið Hansdóttir, hevur lagt rødd til í sanginum. Benjamin Petersen hevur ljóðblandað lagið meðan Fred Ruddick hevur mastrað. Sjónbandalagið hevur Durita Hansen staðið fyri.

 

Fylg Fróða á Facebook við at trýsta HER

 

Fróði hevur gjørt sáttmála við danska plátufelagið, Target Group. Síðani hevur hann verið millum annað á tour í Russlandi. Í fjør kom eisini útgávan Ultramarine út.

 

Les eisini: So kemur Fróði út

 

Tónleikarar á upptøkuni eru:

Fróði Hansen

Bartal Augustinussen

Per Ingvald Højgaard

Mikael Blak

 

Les eisini: Koyrdu 400 kilometrar fyri at hoyra Fróða