Nógv tos hevur verið um, at Michael Jackson og Whitney Houston vóru meira enn bert vinir. Slaturin er komin fram eftir at Whitney og Michael bæði eru deyð.
Søgan um eitt romantiskt parlag millum Whitney og Jackson hevur gingið líka síðani Whitney Houston doyði í ár.
Tað bretska blaðið The Sun skrivar í dag um tann stóra kærleika millum hesi bæði. Sambært lívverjanum hjá Michael Jackson vóru Michael og Whitney saman í tvær vikur, har Whitney nærmast flutti inn til Michael. Men stutt eftir hetta endaði
parlagið, og tað var nakað, sum Michael ongantíð gloymdi. Lívverjin sigur, at Michael mangan segði, at hann hevði ynskt, at hann varð giftur við Whitney.
Parið hittist fyrstu ferð í 1991, tá ið tey bæði vóru blivin kend innan tónleikaheimin.
Eisini tónleikaframleiðarin, David Geest sigur, at stórur kærleiki var millum Michael og Whitney.
Sambært honum byrjaði tað í 80unum, tá ið Whitney droymdi um at blíva gift við Michael.
Hetta veit The Sun at siga í dag.











