Dysturin millum KÍ og GÍ í dag hevði ikki tann stóra týdningin, av tí at hvørki av liðunum kundi røkka heiðursmerkjunum, og harafturat vóru uttan møguleika at flyta niður.
Hendan dystin um miðjuna í Formuladeildini vísti GÍ frá byrjan av, at teir vildu vinna. Hetta høvdu teir als heldur ongar trupulleikar við, og blástu heimaliðið av vøllinum við einum sigri á heili 4-0.
Við sigrinum hevur GÍ nú togað seg framum KÍ, og hevur 29 stig á fimta plássi. KÍ hevur 28 stig á 6. plássi.
KÍ - GÍ 0-4 (0-1)
0-1, Hendrik Rubeksen
0-2, Christian Lundberg
0-3, Sverri Jacobsen
0-4, Hendrik Rubeksen