Konsert
Vágakórið og Eystankórið fara at hava felags konsert á Giljanesi í morgin klokkan 16.00.
Eftir ætlan skuldi kórstevna vera í Vágum á hvítusunnu, men orsakað av ov lítlari undirtøku er hon avlýst.
Kortini fara kórini, sum vant hava í vetur, at lata hoyra frá sær. Soleiðis hava Vágakórið og Eystankórið tikið seg saman til eina felagskonsert í morgin.Skráin verður fjølbroytt, sigur Vágakórið í tíðindaskrivi. Bæði føroyskt og útlendskt tilfar verður at hoyra.
Steven Foggin hevur í vetur vant Vágakórið, meðan Símun Hammer er kórleiðari hjá Eystankórinum.
Umframt kórini verður eisini klavertónleikur at hoyra í auluni á Giljanesi í morgin. Tað er bretski tónleikaralærarin Martin Pollard, sum situr við tangentarnar.