– Vit eru sjálvdan savnaðir og sum oftast møtast vit bara tveir ella tríggjar dagar undan einum dysti. Her fingu vit møguleika at venja saman og koma at kenna hvønn annan. Høvi var eisini at møta nýggja hjálparvenjaranum, John McDonnel, samstundis sum vit arbeiddu við ymiskum, ið vit ikki vanliga kunnu, sigur Gunnar Nielsen.
Gunnar Nielsen stóð í málinum ímóti bæði B1908 og ímóti Luxembourg. Føroyar vunnu 1-0 á B1908 og einki mál kom í Luxembourg. Sostatt kom einki mál ígjøgnum hjá føroyingum.
– Eg havi spælt saman við teimum flestu, ið vóru í verjuni hesar báðar dystirnar, men tað er sjálvandi deiligt at vit fáa spælt nakar dystir saman og koma at kenna hvønn annan betur. Fyri okkum í verjupartinum var tað gleðiligt, at vit megnaðu at halda málið reint í hesum báðum dystinum, sigur Gunnar Nielsen.
Føroyar og Luxembourg eru í sama styrkibólki og hava fyrr spælt javnar dystir. Í undankappingini til HM 2002 vóru vit í bólki saman við teimum og vunnu báðar dystirnar.
– Úrslitið var kanska ikki tað týdnindarmkilasta í hesum dystinum, men vit vildu vinna hann og løgdu nógv fyri. Eg haldi ikki, Luxembourg er eitt betri lið enn vit og tað er eitt lið, vit eiga at kunna vinna á. Men tað var heitt og torført hjá okkum at spæla, so alt í alt, so eri eg ókey nøgdur við 0-0 á útivølli ímóti Lixembourg, sigur Gunnar Nielsen.
Føroyska landsliðið kom aftur til Føroyar leygarmorgunin. Komandi uppgávan hjá landsliðnum er í undankappingini til EM12 tann 11. august, tá leiðin gongur til Estland.










