Kærkomið álit kunngjørt á Psykiatriska deplinum í dag

Í dag er stórur dagur á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, tá álitið ?Toymisskipan ? samskipað røkt og viðgerð? verður almannakunngjørt. - Tá vit fyri nøkrum árum síðani settu okkum fyri at skunda undir dygdarmenningina av okkara røkt og viðgerð, var eina partur av hesum arbeiði at gera eina allýsing av verandi røktar- og viðgerðartilboðum. Ein av niðurstøðunum av hesum arbeiði varð, at ein forðing fyri, at mongu dygdargóðu tilboðini kundu virka fullnøktandi, var, at tað var ein manglandi samanhangur millum røktar- og viðgerðartilboðini, sigur Tormóður Stórá, um nýggjá álitið.

- Greitt varð, at neyðugt var við nøkrum umfatandi skipanarligum og bygnaðarligum broytingum á Psykiatriska Deplinum fyri at hendan visjón kundi gerast veruleiki.

- At alt bendir á, at ein toymisskipan skapar betri úrslit av tí ein fæst við ( her hjá okkum er talan um røkt og viðgerð), eins og hon skundar undir alla førleikamenning og ábyrgdarkenslu sum eitt av grundarløgunum undir betri trivnaði millum starvsfólkini, hevur verið avgerandi fyri, at depilsleiðslan hevur valt, at Psykiatriski Depilin skal menna eina toymisskipan.

- Tað var við hesum fyritreytum, at vit á vári 2008 løgdu lunnarnar undir hetta arbeiði, sum á ymsan hátt hevur vent upp og niður upp á mangt og mikið. Samstundis hevur verið arbeitt við at lýsa nærri tær mongu fortreytirnar sum eru, fyri at ein toymisskipan kann setast í verk og gerast veruleiki, skrivar Tórmóður Stórá millum annað í innganginum til álitið.